Politikkur

Høgni er líka snildur sum hann er frekur

...

2018-12-18 18:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Seinasta lokabragdið hjá tí ???gjøgnumskygda???, ???nærlagda??? og ???treytaleysa??? landstýrismanninum í fiskivinnumálum upplivdi Føroya fólk, nú hann legði uppskot fyri tingið bert við einum ÁRSTALI á.

Samgongan er á rokinum um, hvussu nógvar miljónir fiskivinnan skal bløða niður í landskassan í 2019. Tað fixar Hoydal bara við uppskoti um at ræna ???hjallin á sjónum??? hjá føroyingum fyri 145 mió kr uttan so frægt sum at nevna upphæddina.

Fiskimenn skulu næsta ár gjalda Tjóðveldi 75 oyru kilo fyri sild, hóast sildin hevur mist næstan helvtarvirði. Tað svarar til tvífaldað veiðigjald sum lutfall av søluprísinum. (Makrelurin rindar í 2019, sama sum í ár, 1 krónu kilo og svartkjafturin 20 oyru kilo).

Tað er gamalt, at landskassin skal onga krónu taka inn ella brúka, uttan at løgtingið við lóg greitt heimilar tí.

Høgni Hoydal er so snildur, at hann mingulerar henda trupuleika við at áleggja fiskivinnuni 145 mió kr í meirútreiðslu við einum lógaruppskoti við bert einum ÁRSTALI á.

Um løgtingsmenn ikki eru samdir við Hoydal og atkvøða ímóti, so fær landskassin ikki 145 mió kr., men 0 kr. í inntøku frá hesi keldu.

???Tað ræður um at snúgva sær,??? hugsar landstýrismaðurin.

Hans Joensen,
form. í Havnar Framburðsfelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder