2020-02-01 16:49

Høgaberg, sum hevur verið á makrelveiðu í ES-sjógvi - norður úr Hebridinum, kemur á Fuglafjørð í nátt við 1.460 tonsum av makreli, sum teir skulu landa til Pelagos, teir sleppa framat at landa fyrrapartin í morgin, í løtuni landar Isafold til Pelagos, teir verða liðnir fyrrapartin í morgin.
Jógvan Olsen skipari segði við okkum á JN.fo, at teir nú hava fiskað makrelkvotuna, teir fara tí á svartkjaftaveiðu, tá ið teir fara avstað aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald