Vinna

Høgaberg siglur inn fullfermdur

...

2020-04-20 07:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Um tvey tíðina í nátt setti Høgaberg kós av svartkjaftafeltinum, og var kósin sett á Fuglafjørð har teir skulu landa svartkjaft til Havsbrún.

Høgaberg verður inni seinnapartin í dag, og sleppa teir framat aftaná Gitte Henning 1. Í løtuni landar Fagraberg til Havsbrún, Gitte Henning 1 sleppir framat seinnapartin í dag, so Høgaberg sleppir framat seint í morgin.

Høgaberg hevur fiskað 2000 tons av svartkjafti sunnast í føroyskum skipið.

Katrin Jóhanna er eisini á veg inn.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder