2020-03-19 14:46

Høgaberg er farin at sigla heim av svartkjaftafeltinum, teir hava 2.000 tons, Høgabereg hevur roynt vestur úr Írlandi, teir fyrstu dagarnar kom ikki so nógv burturúr, men tveir teir seinastu dagarnar var fiskiskapurin góður. Teir verða á Fuglafirði leygarmorgunin, og rokna við at sigla aftur seint leygarkvøldið.
Vit á JN.fo tosaðu umborð á Høgaberg fyri løtu síðan, teir hava gott veður og rokna við góðum veðri allan vegin heim.
Tað eru 12 mans við hendan túrin, skipari er Høgni Hansen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald