Vinna

Høgaberg kom til Killybegs í morgun

...

2020-04-27 07:52 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Um 6 tíðina í morgun kom Høgaberg til Killybegs í Írlandi har teir skulu landa svartkjaft.

Høgaberg hevur henda túrin roynt sunnast í føroyskum sjógvi, og hava teir fingið 2.000 tons av svartkafti.

Hesa seinastu vikuna hava fleiri føroysk skip landa í Killybegs. Jupiter, Finnur Fríði, Arctic Voyager hava landa har, nú landar so Høgaberg og Gitte Henning 1 er ávegis til Killybegs at landa. Skipini fáa meira fyri svartkjaftin í Írlandi enn at landa svartkjaftin til Havsbrún í Fuglafirði.

Føroyska manningin á Høgaberg hevur bert avmarka pláss hvar teir kunna verða á landi, sum myndin vísirso skulu teir verða innanfyri keylurnar. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder