JN

Høgaberg kom á Fuglafjørð í morgun

...

2019-02-06 08:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Høgaberg, sum hevur roynt eftir svartkjafti sunnast í føroyskum sjógvi, kom á Fuglafjørð í morgun við 1.200 tonsum, sum teir landa til Havsbrún.

Fiskiskapurin eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, hevur verið smáligur teir seinastu dagarnar, varð sagt, tá ið vit seint í gjárkvøldið tosaðu umborð á Høgaberg, teir hava fiskað í eina góða viku.

Um teir fara aftur í føroyskan sjógv, ES-sjógv ella altjóða sjógv var ikki avgjørt enn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder