Hjálparpakki 1 og 2 fara úr gildi 30. juni. Tað vil siga, at serliga koronaskipanin hjá ALS og skipanin við stuðuli til fastar útreiðslur, fara úr gildi 30.juni. Tað svaraði landsstýrismaðurin Helgi Abrahamsen mær til munnligan fyrispurning í tinginum í dag. So veit vinnan tað!
Tað hon ikki veit, er um nakað munagott kemur í staðin.
Ein stórur partur av teim mongu, sum nú eru og verða uppsøgd, og stórur partur av teimum 2400 arbeiðsfólkunum í serligu ALS skipanini kunnu nú gerast veruliga arbeiðsleys.
Nógvar uppsagnir eru, serliga í ferðavinnuni í løtuni. Eg spurdi eisini landsstýrismannin, hvussu hann ætlar at lofta arbeiðsplássum, men fekk ikki greitt svar.
Ein hjálparpakki til ferðavinnuna er ávegis, og vónandi fer hesin at gera, at fleiri arbeiðspláss ikki fara fyri skeytið.
Endamálið við hjálparpakkunum til vinnuna ??? sum allir flokkar á tingið hava staðið saman um ??? var júst, at binda fyri hópuppsagnum, og at tryggja hundraðtals arbeiðspláss kunnu lyftast ígjøgnum koronakreppuna.
Bjørt Samuelsen,
tingkvinna fyri Tjóðveldi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald