Politikkur

Hjálpin ein rættur - fígging ein treyt

...

2018-12-13 07:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tá eg fekk áheitan um at stilla upp í landsnevndina hjá Bláakrossi??? tók eg tað sum eitt álit og samstundis eina sera neyðuga og týdningarmikla uppgávu. Eg tók av tilboðnum??? tí eg, saman við Bláa Krossi, fegin vil vera við??? at arbeiða fyri at veitt verða heildarviðgerðartilboð til familjur??? sum eru raktar av rúsdrekka ella rúsevnamisnýtslu. Tað er eingin loyna, at míni hjartamál eru fyribyrging og viðgerðartilboð til kvinnur og ikki minst børn.

Í fleiri ár hava viðgerðartilboð fyri rúsdrekka- og evnamisnýtslu verið veitt í Føroyum. Siðbundin tilboð??? har tað eru flest menn, sum leita sær hjálp.

Blái Krossur hevur áralangar royndir við at veita viðgerð, nú í sera góðum umstøðum. Umframt viðgerðarheimið á Nesi??? hevur Blái Krossur ognað sær hølir í Havn??? so nú eru møguleikarnir nógvir til at veita heildartilboð til alla familjuna. Framhaldandi verða tað fólk, sum hava tørv á innleggjan, men vit mugu eisini hava meira og fjøltáttaða ambulanta viðgerð. Her hugsi eg serliga um tilboð til kvinnur??? ung og børn. Tað er neyðugt, at tað er lætt atkomuligt og samstundis møguleiki at liggja nátt.

Vit mugu hava tilboð, har hædd verður tikið fyri tørvinum hjá tí einstaka persóninum??? børnunum og familjuni sum heild. Tað eru tíverri nógv, sum eru komin í tað ólukkuligu støðu??? har misnýtsla av rúsevnum ella rúsdrekka er ein partur av gerandisdegnum hjá familjuni. Tabu og stigmatisering er serliga galdandi, tá talan er um ovurnýtslu av rúsdrekka og rúsevnum. Einsemið og ikki minst skommin er stór. Familjan livir í ótta fyri, at onnur fáa at vita um teirra trupulleikar. Fyri tey, sum eru rakt, er tað sera álvarslig og seinfylgjurnar kunnu vera ógvusligar. Flest øll børn kenna til sviðan av happing.

Seinastu árini hevur verið veitt tilboð??? har ungdómar kunnu koma til samtalu í bólkum ella sum einstaklingar??? har serkøn fólk eru um tey. Tað vísir seg, at tørvurin er stórur og kanska nógv størri enn væntað. Vit kunnu tó gleðast um, at fleiri ungdómar hava fingið tað betur. Ungdómar, sum eru uppvaksin í heimum??? har rúsdrekka/evni eru ella heva verið ein trupulleiki. Ungdómar, sum hava felags upplivingar og kunnu stuðla og hjálpa hvørjum øðrum, koma úr øllum landinum.

Í 2015 var ein Rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur gjørdur??? og til aðalorðaskiftið í Løgtingunum hin 26. oktober 2017 vóru øll tingfólk samd um, at støðan mátti takast í álvara. Alt gott um álit og politik??? tað skal til. Tað er tó neyðugt at vísa handling í verki??? við at gera ítøkiligar ætlanir, har tað er ein rættur at fáa hjálp og ein treyt, at fígging fylgir við. Einki kann gerast uttan pengar. Verður sett inn tíðliga??? er tað ein vinn-vinn støða fyri allar partar.

Familjan er kjarnueindin í okkara samfelag. Sum samfelag mugu vit geva øllum børnum bestu kor og umsorgan frá byrjan og gjøgnum allan uppvøksturin fyri at brynja tey til lívið. Vit byggja bert land, um vit skapa góðar fortreytir fyri familjurnar.

Stórur dentur verður ofta lagdur á einstaklingin, sum hevur trupulleikar, og viðgerðin verður eisini bert veitt honum. Sama er galdandi tá talan er um rústrupulleikar. Tað er einstaklingurin, sum fær viðgerð. Familjan, sum eisini er rakt??? kemur í aðru røð.

Skulu vit røkka málinum, at øll familjan fær hjálp??? mugu vit hyggja eftir royndunum hjá okkara grannalondum.

Tá mamman ella pápin fara í viðgerð fyri rúsmisnýtslu??? er alneyðugt, at tað samstundis verður tikið hond um børnini. Hyggja vit at, hvat verður gjørt í Noregi??? er tað ein lógartryggjaður rættur, at hond verður tikið um børnini - eisini pinkubørnini. Frid A. Hansen hevur tvær ferðir verið í Føroyum og undirvíst fakfólkunum á Bláa Krossi og havt fyrilestur fyri starvsfólkum innan tað almenna og kommunum??? sum arbeiða við børnum og ungum. Hon kom neyvt inn á, hví tað er so umráðandi, at børn verða tikin við beinanvegin. Undir heitinum 'Tosa við meg, ikki um meg' tosaði hon um, hvat gransking sigur um børn, sum liva við rúsmisnýtslu hjá foreldrum, hvørji tekin hesi børn vísa, og hvussu vit kunnu taka hond um tey.

Tá talan er um tann fyribyrgjandi partin??? kunnu vit eisini læra av okkara grannalondum??? serliga Íslandi. Í apríl 2017 var m.a Árni Einarsson úr Íslandi og hevði áhugaverdan fyrilestur á Giljanesi um, hvussu tey arbeiða fyribyrgjandi í Íslandi, og hvussu stóran mun tað hevur gjørt. Royndirnar byggja á foreldrasamstarv í skúlum??? ungdómstilboðum??? og ítróttarfelagskapum, har øll í felag standa saman. Hetta hevur verið hornasteinurin innan fyribyrging. Átøkini hava eydnast, og nýtslan av alkoholi og rúsevnum millum tey ungu er minkað heilt nógv.

Tá eisini verður hugt at, hvussu nógv fólk sjálvboðin gera eitt stórt arbeiði fyri Bláa Kross??? er tað prógv uppá, at fólk takað tørvin á viðgerð og fyribyrgjandi átøkum í álvara.

Rósa Samuelsen, limur í landsnevndini hjá Bláa Krossi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder