Vit eiga í mestan mun at hjálpa flóttafólkum, har tey eru og eiga ikki at taka tey til Føroyar.
Vit kunnu ímynda okkum, um vit sjálvi skuldu komi í ta støðu, at vit vóru noydd til at flýggja av landinum í onnur lond vegna ræðuleikar, vænti eg, at flest øll vildu farið til okkara nærmastu grannalond.
Vit vildu valt okkara nærmastu grannar fram um onnur lond longri burtur. Til lond við heilt øðrum mentanum, siðum og trúgv. Heimligast er at vera í kendum umhvørvi.
Mentaliteturin í okkara grannalondum líkist mest okkara egnu mentan. Um vit kundu valt ímillum eitt av norðurlondunum, ella okkurt ???ókent??? land langt burtur, so vænti eg, at flestu okkara høvdu fyritrekt okkurt av norðurlondunum.
Tað er torførari at flyta til lond við øðrum mentanum, siðum og trúgv og hesi fólkini hava nóg nógvar trupulleikar frammanundan. Best er at verða í kendum umhvørvi og tað er best fyri allar partar.
Mest fæst eisini burtur úr stuðlinum við at hjálpa úti á staðnum, heldur enn at flyta flóttafólkini til Føroyar. Størsta og besta hjálpin er at hjálpa flóttafólkunum har tey eru. Her fæst meir fyri minni.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Valevni til fólkatingið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald