Mentan

Hildur Ravnsfjall helt midnáttarrøðuna

...

2014-07-13 04:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað fyrsta mær rann í huga, tá eg var biðin at halda midnáttar-røðuna var sangurin hjá Mikkjal á Ryggi: Kom upp á fjallatind .

Hetta var fyrsti líggi summardagur á árinum, og slík ljós summarkvøld, tá sólin roðar um fjallatopparnar og vágin liggur sum ein sveiti, vekur longsil at leita út í náttúrina, út í friðin og langt vekk frá larmi og bilosi.

Sovorðin summarkvøld eru so vælsignað, og ongastaðnið í verðini tykir mær, at náttúran er so stórbar sum í Føroyum.

At so er, vísa allar myndirnar, sum føroyingar leggja út á netið, og vit skulu fjálga um alt tað vakra, vit eiga.

Ferðafólk eru eisini bergtikin av okkara vøkru náttúru, og landið játtar milliónir fyri at fáa fleiri ferðafólk til landið; men ikki eitt orð hoyrist um, hvussu vit skulu stýra ferðafólkastreyminum. ???

Sum nú er, kunnu tey reika frá fjalli til fjøru, sum teimum listir. Eg sakni skipaði viðurskiftir á økinum, tí vit vita, at náttúran er sárbar og kann skjótt verða slitin.

Vit skulu verða gestablíð og vísa fremmandafólki okkara náttúru, men ikki geva teimum hana.

----------------

Tað er ikki av tilvild at stevnurnar eru lagdar hesa ljósu tíðina, tí hetta er okkara fagrasta árstíð, og nú eru skjótt 70 ár liðin, síðan Vágastevnan var hildin fyri fyrstu ferð.

Tað var ungmannafelagið í bygdini, sum legði lunnar undir stevnuna.

Síðst í juni mánaða 1945 lesa vit soljóðandi lýsingí bløðunum:

Vàgastevnan verður hildin í døgunum 14 og 15 juli. ??tlanin er at hava kappróður, kappríðing og togtogan.

Tey, ið hava hug at luttaka, biðast siga frá seinast 7 juli til Hansinu Perstein, Miðvágur tlf. 17

Nevndin.

Um sama mundi stendur ein onnur lýsing í bløðunum:

Ungdómsstevna verður í Miðvági 18 juli. ???

Heima-missiónin.

Fyri at umgangast samanstoyt millum báðar stevnurnar, avgjørdi nevndin, at Vágastevnan í 1945 skuldi vera felagsstevna millum Sandavág og Miðvág.

Kappróður og kappríðing vóru niðri á Vatni, meðan hini tiltøkini, bóltspøl - togtogan og fólkafundur vóru á Valloyruni.

?? 1946 skipaði D.P.Danielsen fyri stevnini og vóru bæði kappróður, kappríðing, útisjónleikur og fólkafundur niðri á Vatni Bóltspølini skuldu vera í Sørvági, men tað bleiv illveður av norði, og vóru tey tí flutt yvir um Vatn til Miðvágs.

Tá vit so koma til 1947, høvdu miðvingar skipað fyri Vágastevnu tvey ár á rað, og tí var ætlanin at Sørvágur ella Sandavágur skuldu hava stevnuna, men báðar bygdirnar bóru seg undan, og vóru tí øll stevnutiltøkini hildin í Miðvági.

Róð var á vágni, meðan bóltspøl og aðrar kappingar vóru á sandinum.

Síðan tá, hava bygdirnar hvør sær skipa fyri stevnunum. Sandavágur í 1948. Miðvágur í 1949 og Sørvágur í 1950. ?? 1952 kom Vestmanna uppí.

Stórsta ítróttargrein eftir kríggi var bóltspæl, serstakliga fótbóltur. Hetta síggja vit, av tí at stevnurnar verða altíð lýstar at vera har spælt varð bólt.

?? dag er kappróður best dámda ítróttargrein á stevnum.

----------------------

Vit venda aftur til yrkingina:

Og niðan fyri garð - hin bjarti grøni bøur

við veltum víða hvar - man goyma mangar søgur

Alt andar av søgu, hvør teigur - hvør lág - hvørt gil og hvør á.

Eisini hetta staðið niðast á Tungu, har vit eru samlað í kvøld, goymir sínar søgur. ???

Hetta var gøtan millum býlingarnar hvørju megin ósan. Yvir um Hýsisá og so um ??san. ?? gomlum døgum eftir løgarsteinum og seinni eftir træbrúgvum.

Farvegurin av brúnni um Hysisá sæst enn, meðan tann gamla brúgvin, vit nú ganga eftir var bygd í 1918.

Tunga var at líkna við eina móðir við útrættum ørmun, ið helt býlingunum saman.

?? dag hevur hon bert ein arm, og eg haldi vit skilda Tungu at fáa hin armin aftur. ??? Brúnna um Hýsisá.

Sum sagt, var hetta vanligi farvegurin millum býlingarnar. ??? Hendavegin gingu fólk, tá tey fóru í kirkju.

Her gingu hátíðarklødd brúðarfylgir, eins og sorgarbundin líkfylgir. ??? Her møttust fólk dag og dagliga, og her hvíldu menn seg eina løtu, áðrenn teir fóru við torvleypinum niðan Rygsbrekku ella Húsabrekku.

Rundan um Tungu var laðaður grótgarður. Niðast gingu neytini hjá rygsbóndanum, og uppi á slættanum varð hoyggjað.

?? dag er alt broytt. ??? Tunga er nú ein grønur, trævaksin blettur mitt í bygdini, sum flest allir miðvingar eru glaðir fyri, takka verið teimum, sum í 1960-inum dugdu at síggja onnur virðið í velta bønum enn asfald og betong.

Snara vit okkum eitt vet í ein sunnan, síggja vit, hvar tær gomlu kirkjurnar stóðu, til vit fingu nýggja kirkju uppi á Tungu í 1952 ???

Omanvert kirkjugarðin var Maskinverkstaðið, bygt eftir fyrra krígg í 1918.

Hetta var eitt tað fyrsta maskinverkstaðið í Føroyum, og vóru maskinurnar drivnar av einum stórum vatnhjóli. ???

Hinumegin Hýsisá var Mýran. ??? ì Mýruni tætt við ánna stóð myllan og stóra mýllhúsið hjá bóndanum.

Vit børn fingu altíð at vita, at vit ikki máttu fara í mýruna. ??? Onkuntíð sníktu vit okkum at henta blomstur i fríkorterinum, men tað var skjótt at onkur vaksin rópti á okkum, og tá vóru vit skjót aftur í skúla.

?? Mýrun var eisini elverkið. ??? Vatngoymslan var uppi í ??artungum.

Smiðjan hjá Jákup Joensen, Maskinverkstaðið við Gjónna og Snikkaravirkið hjá Sámal Ellefsen bygdu elverkið í felag í 1945.

Tað var eitt stórt framstig fyri virkini, tá maskinurnar kundu drivast við elmegi.

Umframt virkini fingu eisini einkult hús el innlagt, og øll bygdin fekk gøtuljós.

Vit minnast leivdirnar av hesum lyktapelum. ??? Ein hálvtunna fylt við betong.

Elverkið var viðvirkandi til at SEV var sett á stovn í 1952. ??? ?? dag er Magnstøðin í Mýruni

Og so er tað Lítla Fløttur, niðari partur av bóndahavanum. Har hevur altíð verið nógv lív um heystarnar, tá seyðurin kom heim av Fjøllum. Har runnu børn og hundar hvørt um annað.

Har samlaðust menn, summir stóðu og prátaðu, aðrir handlaðu og lyftu veðurlombini, fyri at vita hvussu tey mundu fara at roynast, meðan hagamenninir býttu seyðin eftir markatali.

Gott hevði verið at fingið Fløttin aftur í upprunastand aftur við trøum og plantum.

Niðan fyri kirkjugarðin var ??shúsið og Oyran, sum seinni bleiv ítróttarøki í bygdini.

Frá tí at MB varð stovnað í januar 1905, og til nýggjur itróttarvøllur var tikin í nýtslu 13 juli 1969, var alt bóltspæl niðri á sandinum.

Sandurin var nógv størri tá, enn hann er í dag. ??? Hann kom næstan heilt niðan til MB-húsið.

Tað var flóð og fjøra sum avgjørdu nær dystir kundi spælast, og tað var ósin sum avgjørdi, hvar á sandunum dysturin skuldi verða.

Rann ósin nærri Kirkjalandinum, varð spælt Húsamegin, og rann hann nærri Húsalandinum, varð spælt Kirkja-megin.

Tá fjarðað var so mikið, at ein vøllur kundi strikast, varð farið at seta málstengurnar upp og strika banan, og so var klárt at byrja dystin.

Sandurin kundi verða eitt sindur ójavnur, men hann var góður at spæla á. ???

Mannfólkini spældu í MB-dragt og fótbóltsskóm, meðan Ternukvinnurnar spældu í hvítari blusu, sjorts og rotiskóm ella løritskóm.

Sum sagt var tað eitt stórt framstig, tá vøllurin var tikin í nýtslu vestanstevnudag 1969, og síðan tá hevur alla tíðina verið gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri at betra umstøðurnar á ítróttarøkinum, og fyri kortum var nýtt graslíki lagt á vøllin.

Vøllurin er og hevur øll árini verið samlingsstað hjá børnum og ungum.

?? summarhálvini er lív frá morgni til myrkurs, spælipláss um dagin og venjing seinnapartin og um kvøldið, og dystir verða spældir í vikuskiftinum.

Nógv eru liðini bæði dreingir og gentur.

Tað er hugaligt at síggja foreldur og børn hugna sær á vøllinum, tá vikuskiftis-kappingar eru.

Ymiskt er, hvussu liðini hava klárað seg í kappingum, stundum hevur gingið við og aðra tíðir ímóti.

Stundum eru tey flutt upp í hægri deild, og aðra tíðir eru tey noydd at fara ta tunga leiðina niður i lægri deild. ??? ?? ár vænta vit gott úrslit.

MB hevur altíð havt onkrar úrmælingar í fótbólti.

Spælarar, sum hava verið á landsliðnum, líka síðan fyrsti landsdysturin var spældur í 1910 til dagin í dag.

Eisini hondbólturin blómaði, tá genturnar fingu betri umstøður á nýggja ítróttarøkinum.

Men av eini ella aðrari orsøk, sovnaði Ternan aftaná ítróttarhøllin var bygd í 1983.

Hví dugi eg ikki at siga.

?? dag eru bara tvær av teimum fyrstu Ternunum á lívi. ??? Valborg og Marin Margretha.

Til ítróttarstevnur hoyrir sjálvsagt kappróður. ??? Tvey tey fyrstu árini var róð kapp á Vatninum, og síðan tá hevur verið róð á sjónum.

Eins og við fótbóltinum eru nógvar broytingar farnar fram øll hesi árini frá fyrstu stevnuni til dagin í dag, bæði viðvítjandi bátum,venjing og róðrarteinum.

Tær fyrstu stevnurnar varð róð við gomlum grindabátum; men eisini á kappróðarøkinum brutu miðvingar upp úr nýggjum, tá teir í 1957 fingu Niclas í Koltri at smíða sær kapp-róðrarbátin ???Miðving??? og seinni 5-mannafarið Beintu, og skjótt var at onnur kappróðrarfeløg tóku eftir.

Eitt er at hava sjógóðar bátar, men eins týðandi er at hava góða manning, og tað er ikki ov nógv sagt, at so var, tá hugsað verður um tey fyrstu árini hjá Miðvingi, tí hann vann allar stevnurnar.

??tvarp Føroya er javngamalt við gamla Miðving, og tað, at útvarpið fór at senda regluliga frá stevnukappróðuri, gjørdi, at áhugin fyri kappróðri vaks runt landið, tí nú kundi øll fylgja við róðrinum, hóast tey ikki altíð høvdu møguleika at fara á sjálvar stevnurnar. ???

Ein sjalsama vøkur sjón er at síggja kappróður, har manningarnar hava gott áralag,

serstakliga vakurt var at síggja 8- og 10 -mannafarsróðirin, tá róð var 1800 og 2000 metrar.

Nú róðrarteinurin er hálveraður, fáa hesar manningar ikki verðuliga víst sín róður.

Tað verður bara ein langar spurtur.

Tað er altíð spennandi at fylgja við kappróðri, og ikki um at tala, eigur man onkran, sum rør við vinnandi bátinum, og tá tey so koma heim aftur við ýlandi bilfloytan, er fagnaðurin stórur.

Kappróður og grindaróður krevur sín mann. ??? Teir gomlu vildu ikki lova dreingjum undir

16 ár at rógva í grind, tí teir vóru ikki fullstyrknaðir og kundu spreingja seg .

Kappróðrafólk seta eisini nógv á fyri at vinna, og ikki er óvanligt, at róðrarfólk hava blóðsmakk í munninum, tá tey koma á mál, og summi spýggja blóð. ???

Vit sum ikki luttaka í ítrótti, men bert eru áskoðarar, hava eisini eina ábyrgd.

Tað sømir seg ikki at kasta ljót og skitin orð eftir teimum, sum luttaka í ítrótti, heldur eiga vit at hjálpa, vegleiða og stuðla teimum ungu, og vera ein góð fyrimynd í øllum lívsins viðurskiftum. ???

Gera vit tað, skal nokk okkurt gott spyrjast burturúr, tí sum orðatakið sigur:

???Tað ungur nemur, gamal fremur.???

Eg fari at enda har eg byrjaði, og ynskja tykkum framhaldandi góða Vestanstevnu við orðinu m hjá Mikkjal á Ryggi:

Av tindum út um sand

so brosandi og fegið

Tú fyllir, Føroyaland.

hvønn barm við summargleði.

Guð geri okkum vís

Guð gevi okkum magn

At virka tær til prís,

at nøra um títt gagn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder