JN

Hey øll børn og ung í Vága kommunu

...

2018-07-05 06:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sum øllum kunnugt er ungdómshúsið farið í summarfrítíð. Vit gleðast yvir at kunnað øllum ungdómið í Vága kommunu um, at vit síggjast aftur 18 august í okkara nýggju hølum, gamla kommunuskrivustovan í Miðvági.

Vit eru so spent at vísa okkara ungdómshús fyri tykkum, so ætlanin er at hava eina almenna móttøku fyri øllum í hava hug, at síggja húsið. Nærri kunning um hetta seinni í august.

Vit hava valt at gera eina royndartíð eftir summarfrítíðina, har vit fara at bjóða 5 og 6 flokki inn í ungdómshúsið 1 kvøld um vikuna. Mikukvøld og leygarkvøld verður sum áður, fyri 7 flokki til 18 ár

Ungdómshúsið er staðið, har vit øll trívast og hava tað stuttligt saman.

Opið verður soleiðis eftir summarfrítíðina

Mánakvøld: 17 ??? 20. 5 og 6 flokkur

Mikukvøld 19 ??? 22. 7 flokkur upp til 18 ár

Leygarkvøld 19 - 24 7 flokkur upp til 18 ár

Vága kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder