Politikkur

Hevur løgmaður gloymt krókarnar kring landið

...

2018-10-12 12:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Enn merkir vanligi lønmóttakarin onki til 100-tals milliónirnar, sum fossa niður í landskassan frá ali- og fiskivinnuni.


Slagorðið hjá løgmanni, og sum javnaðarflokkurin helst vann valið uppá var, at nú skuldi ríkidømi havsins út í hvønn krók í landinum. Tað eydnaðist at tøla veljaran , men sannleikans tími er við at innheinta løgmann. Enn eru 100-tals milliónirnar ikki náddar út í nakran krók ??? heldur hinvegin.


Nú hevur samgongan sitið í 3 ár og kravt 100 tals milliónir meir inn frá ali- og fiskivinnuni og ætla sær meir enn, tí sum onkur teirra sigur, har er ???skítfult??? av pengum eftir.

Higartil hevur vanligi lønmóttakarin runt landið onga týðiliga broyting merkt til, at hesar 100 tals milliónirnar, sum fossa inn í landskassan frá ali- og fiskivinnuni, gera lívið hjá teimum lættari, sum lovað bleiv. Vanligi lønmóttakarin verður framvegis plágaður og undirdýktur við skattum og alsamt hækkandi og nýggjum avgjøldum.


Løgmaður, Høgni og Poul søgdu ikki fyri fólki, at teir fóru at hækka tinglýsingargjaldið, heilsutrygdargjald, inngjald til samhaldsfasta, avgjald til diesel og bensin, vegskattin, kringvarpsgjaldið, gjald til barsilsskipanina. ??tlaninr eru harumframt at hækka gjaldið til samhaldsfasta uppaftur meira.


Ríkidømi havsins, sum løgmaður og samgongan lovaðu at deila javnari og rættvísari út í hvønn krók og inn í hvørja stovu í landinum, steðgar upp onkustaðni. Tað fer aðrar leiðir, ella verður oyðslað burtur av samgonguni . Landskassin og socialisman eru ómettilig og tað er heldur hinvegin, at løgmaður, Høgni Hoydal og Poul Michelsen eru farnir út um landið eftir meir peningi til at fylla í stóra pott og aðrar grunnar, sum allarhelst ongin núlivandi føroyingur fær ágóðan av.


Brotin lyftir


Spyrjið Palliba og Marsanna, fiskimannin, sjúkrarøktarfrøðingin, námsfrøðingin, smiðin, timburmannin etc. Spyrjið heilsuverkið og starvsfólkini har, spyrjið tey sjúku og veiku og avvarðandi teirra, um tey merkja nakað til lyftir løgmans áðrenn valið, at ríkidømið skuldi út í hvønn krók í øllum landinum, inn í hvørja stovu.


Spyrji íbúgvarnar norðanfyri fjall um teir hava merkt nakað til 100 tals milliónirnar, sum fossa úr teirra øki, spyrjið á sjúkrahúsunum. Spyrjið tey, sum eru uppsteðgaði í heilsuverkinum.


Hendan samgongan hevur so ruddiliga ,enn einaferð avdúkað, at fyri tað um ein samfelagsbólkur, í hesum førinum ali- og fiskivinnan skulu rinda meir, so merkir tað sanniliga ikki, at vanligi skattgjaldarin sleppur bíligari. Samgongan/socialisman fær ongantíð nóg mikið av peningi inni. Hon leitar altíð eftir meir. Tað er ein náttúrulóg, ein veruleiki.



Eru vit á veg móti statskapitalismu ?


Ístaðinfyri at samfelagið hevur nøkur sterk vinnulívsfólk úti um landið, sum megna, duga og hava hug og árræði at skapa virksemi kring alt landið, so bendir nógv á, at hendan samgongan stevnir fram ímóti ultimativa aðalmálinum, ynskidreyminum við einum statskapitalisti, einum landsreiðaríi í Tinganesi . Er ætlanin, at vinnufyritøkurnar og arbeiðandi fjøldin skal reduserast til at verða skaffidjór hjá landskassanum? Bara so dánt yvirlivað, men helst ikki nógv meir enn tað ?


Vit hava sæð úttalilsir um, at ongin sjómaður skal tjena meir enn 400 tús. Kr. um árið. Verður hetta maximumlønin hjá sjófólki okkara í komandi landsreiðarínum hjá Høgna, Aksel og Pól ? Við hesi gongdini eru vit sterkt ávegis móti hesum. Tað er bara spurningur um tíð, hvussu leingi núverandi aktørar tíma at fáast við fiskivinnu undir hesum treytunum, haralt er ein peruvellingur og har allur vinningur yvir 400 tús. kr skal takast frá teimum. Tá verður klárt hjá Høgna, Aksel og Poul at stovna landsreiðaríið.


Sláið ring um borgarligu virðini og bjargið Føroyum undan socialismuni, sum er við at forkoma okkara fiskivinnu.



Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

løgtingslimur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder