Politikkur

Hevur landsstýriskvinnan álit á stjóranum á Umhvørvisstovuni

...

2019-06-20 06:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

§52-a fyrispurningur til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í innlendismálum

1.Hvørji eru endamálini við teimum bygnaðarbroytingum, sum nú verða gjørdar á Umhvørvisstovuni og hvørjar avleiðingar fáa bygnaðarbroytingarnar fyri fakdeildirnar, fyrisitingina og menningarpartin?

2.Hevur landsstýriskvinnan góðkent bygnaðarbroytingarnar?

3.Ein danskur konsulentur hevur hjálpt leiðsluni á Umhvørvisstovuni, og hevur higartil kostað útvið eina millión. Er hendan uppgávan bjóðað út? Um ikki, hvør er so orsøkin og er tað í tráð við almenna útbjóðingarpolitikkin?

4.Sambært formanninum í starvsmannafelagnum hava starvsfólkini á Umhvørvisstovuni ikki verið við í bygnaðarbroytingunum og taka ei heldur undir við teimum. Kann landsstýriskvinnan liva við einum slíkum framferðarhátti frá leiðsluni á Umhvørvisstovuni, har greitt sáttmálabrot fyriliggur?

5.Hevur landsstýriskvinnan álit á stjóranum á Umhvørvisstovuni?

Seinastu tíðina hevur ávíst órógv verið á Umhvørvisstovuni. Deildarleiðarin á Matrikulstovuni hevur fingið ætlanarskriv við bygnaðarbroytingum sum grundgeving. Tað ljóðar, at fakdeildirnar skulu niðurraðfestast og at stovnurin skal flyta seg frá at vera ein myndugleikastovnur til at vera ein tænastustovnur, har sjálvsavgreiðsla borgarans er miðdepulin. Verkætlanin Talgildu Føroyar hevur eins og aðrastaðni eisini fingið fastatøkur á Umhvørvisstovuni við millum annað teirri avleiðing, at føroyingar í framtíðini meir ella minni sjálvir skulu avgreiða sína tinglýsing á netinum. Vandin fyri ruðuleika og ótryggleika á hesum sera týðandi øki, sum nemur so fast við privata ognarrættin, fær nú fólk at rópa varskó. Leiðslustílurin tykist vera veikur, tá mest kompetentu starvsfólkini fáa durafjórðingin. Tað ljóðar, at mál, sum skulu avgreiðast, nú koma upp í røkur, tí umleggingar og bygnaðarbroytingar leggja væl gjøgnumarbeiddar og vælkendar mannagongdir til síðis. Landsstýriskvinnan eigur at greiða frá sínum leikluti og síni hugsan í sambandi við bygnaðarbroytingarnar á Umhvørvisstovuni.

Bill Justinussen, løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder