Munnligur fyrispurningur
til
Høgna Hoydal, landsstýrismann
viðvíkjandi uppboðssølu av fiskirættindum
1. Hevurlandsstýrimaðurin ætlanir um at útiloka ávís reiðarí frá at bjóða á uppboðssøluav fiskirættinum
2. Um, ja, ætlar landsstýrismaðuriner gera tað umsitingarligt ella kemur landsstýrismaðurin í Løgtingið viðuppskoti um lógarbroyting?
Viðmerkingar:
Landsstýrimaðurin í Fiskivinnumálum hevur ímiðlunum boða frá, at hann ikki var nøgdur við seinastu uppboðssølurnar avfiskirættinum. Hann gjørdist kløkkur av, at tey sterku reiðaríðini høvdu hægstaboð og keyptu fiskirættindini á uppboðssøluni. Í miðlunum, hevur Høgni Hoydalróð framundir, at ávís reiðaríðir skulu útilokast frá uppboðssølu av fiskirættindum.
Hvussu ein møgulig politisk útreinsan skal gerðast,er tó ikki greitt. Tí verður spurt, hvørjar ætlaninir landsstýrismaðurin hevur,hesum viðvíkjandi.
17.september 2018
Jørgen Niclasen
løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald