Politikkur

Hevur landsstýrið ongar ítøkiligar ætlanir fyri Suðuroynna

...

2020-07-08 13:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HEVUR LANDSSTÝRIÐ ONGAR ÍT??KILIGAR ??TLANIR FYRI SUÐUROYNNA?

Í farnu viku svaraði løgmaður mínum fyrispurningi um tiltøk fyri at venda gongdini í fólkatalinum í Suðuroynni, og um nær ætlanin er at fara undir at gera tunnil til Suðuroynna. Í svarinum er trupult at fáa eyga á ítøkiligar ætlanir fyri at styrkja Suðuroynna, og ein fær ta fatan, at landsstýrið væntar, at gongdin skal vendast av sær sjálvum.

Í undanfarnu samgongu settu vit fleiri ítøkilig stig í verk fyri at styrkja Suðuroynna, soleiðis at góða gongdin í landinum eisini fevndi um suðringar. M.a. settu vit í verk serskipan fyri alivinnuna í Suðuroy, ið tryggjaði økt og støðugari virksemi í oynni, ítrottar- og eftirskúli var stovnaður og Námshjálparaútbúgvingin varð staðsett í oynni.

Tíverri helt fólkatalið í Suðuroynni fram at minka nakað, men hendan avbjóðingin er so mikið stór, at hon má loysast av okkum øllum ??? tvørtur um samgonguskeið. Tí er tað sera hugstoytt at síggja, at landsstýrið at kalla ongar ítøkiligar ætlanir hevur fyri at styrkja Suðuroynna. Ein hevur næstan hug at spyrja, um suðringarnir í samgonguni hava gloymt sítt bakland?

Spurningurin og svarið kann lesast her:

https://logting.fo/files/casewrittenquestion/1020/114.19%20Svar%20fra%20B.S.%20Nielsen%20til%20H.%20Mortensen%20-%20tiltokum%20at%20styrkja%20Suduroynna.pdf

Heðin Mortensen, Javnðarflokkurin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder