JN

Hetta verður á uppboðssøla av list til frama fyri nýggja klokkuspælinum

...

2021-05-21 16:15 Author image
placeholder
Í morgin verður almenn uppboðssøla av list til frama fyri nýggja klokkuspælinum í Miðvágs kirkju, við Torbjørn Jacobsen sum uppboðshaldara!
 
Opið hús verður allan dagin frá kl. 10.00, har man kann fáa ein góðan drekkamunn, meðan man forvitnast at málningunum sum verða á uppboðssølu kl 15.00.

Uppboðssølan verður stroymd, og fólk kunnu ringja ringja inn og bjóða.
  
Hjá okkum er klokkuspælið ein fleiri ára gamal dreymur, sum Jórun so íðin hevur hildi lív í. Eigil hevur kannað klokkuspæl inn ímillum síðstu árini, og fyri 2 árum síðani fann hann hetta sum er keypt frá Dansk Kirkeorgel. Prísurin er 250.000,- kr og við stuðli frá Vága Kommunu og øðrum, er helvtin útvega. Allur peningurin sum kemur inn frá søluni á hesi uppboðssølu fer óskerdur til at gjalda klokkuspæli.
Listafólk sum hava latið málningar eru:

Torbjørn Olsen
Zacharias Heinesen
Kári Svensson
Jórun Haraldsen
Torfinn Jacobsen
Fríðvør Ellefsen
Poul Skarðenni
Eirikur Joensen
Herdis s. Rasmussen
Jóna Birgit Nattestad
Arnleyg Magnussen
Amariel Norðoy
Regin Jørgensen

Um onkur er sum ynskir at bjóða yvir tlf, kann ringjast 220885 og 233553.

Vit eru eisini so heldig at hava fingið "Strámenn" at halda konsert á Hotellinum í kvøld, har øll eisini eru hjartaliga vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder