JN

Hetta kann ikki bera til

...

2018-07-05 06:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nordlysid.fo skrivar: Gøla eftir gøla eyðkennir okkara public service-stovn, sum annars skuldi verið álitið sjálvt. Stjórin, sum skuldi rudda upp, gjørdi sama feil sum starvsfólkini, og misti høvdið av tí. So trupulleikin er framvegis har. Og hvat ger Mentamálaráðið? Jú, meldar út, at tey fara í feriu og tí ikki gera nakað fyrrenn í august.

Málið um tíðindaleiðaran er ein skandala, sum vísir seg at verða størri, jú meira man grevur í henni. Eftir øllum at døma hevur tíðindaleiðarin sjálvur og minst tvey onnur á Aktueltdeildini fóðrað Sosialin/in.fo við tíðindum við at biða um innlit í søgur, sum eru endaðar á forsíðuni á Sosialinum. Hósdagin í farnu viku tók eitt starvsfólk á Aktueltdeildini so blaðið frá munninum og segði, at hetta ikki slapp at henda í sínum navni, les meira her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder