Í meira ella minni 60 ár, hevur føroyska samfelagið útleverað hoyritól til borgarar. Føroyskur politikkur hevur í mong ár, fíggjað og givið loyvið til at útlevera hesi bæði tól, t.e. hoyritól og CI (Cochler Implant). Tað eru fólk við niðursettari hoyrn, sum nýtta hoyritól, men vit finna ongi hagtøl yvir, hvussu nógv nýta hoyritól ella CI.
Hoyritól og CI
Hoyritól og CI eru bæði hoyritól, sum føroysk fólk við niðursettari hoyrn hava á sær aftanfyri oyrini.
Hoyritóler eitt tól, sum hongur aftanfyri oyra við proppi í oyraganginum, og tað nýtir battarí. Í mong ár var hoyritólið analogt (ein kundi sjálvur skrúva sítt egna ljóð). Analog hoyritól fáast ikki meira, og eru nú bara digital, og tað er ógjørligt at stilla inn sjálvur. Ein má oman til Hoyriklinikkina á LS (Landssjúkrahúsinum) ella Hoyrnin (Handil í Havn) at fáa skrúva harðari frá.
CIer eisini eitt hoyritól. Viðkomandi má niður til Danmarkar at skurðviðgerðast aftanfyri oyra/uni. Har verður bæði skorið og borað, og síðan lagt eitt signaltól og ein magnet inn undir húðina og síðani seyma saman aftur. CI-hoyritólið hongur á oyranum og síðan verður heftur ein lítið magnettráður upp á húðina, har skurðurin er. Viðkomandi má niður aftur nakrar ferðir fyri at stilla teknikkin. Ein kann ikki sjálvur regulera ljóðið - hetta er, tí alt fyrigongur digitalt.
Kostnaður fyri hoyritól ella CI-tól
Hesi seinastu 10-15 árini, hevur tað kostað borgarum 2.000 kr. at keypa eitt hoyritól pr. stk., fjórða hvørt ár, og ein pakki av battaríum kostar uml. 28 kr. - til hoyritólsbrúkarar. Viðmerkjast skal, at hetta eru ikki tey bestu hoyritól, sum fáast.
Hoyriklinikkin á LS arbeiðir eftir teimum málum, sum eru játtað frá tí almanna, og tí útvega tey ikki, tey bestu hoyritólini við góðum kvaliteti, tí alt er tengt at, hvat prísurin hjá tí almenna er. Ynskir ein eitt hoyritól av dýrari merki, má brúkarin sjálvur gjalda.
Hesum eri eg so ósamd í, tí tað eru bæði vaksin og børn, ið hava niðursettað hoyrn. Børn, sum eru í skúlaaldri, áttu at fingi ókeypis hoyritól. Tað áttu eisini eldri borgarar at fingi.
Sum nevnt omanfyri, so haldi eg, at tað er órættvíst, at tey, sum velja sær CI, skulu fáa CI-tólini ókeyps, ókeyps battarí og ókeyps ferðaseðil (ikki bara einaferð, men fleiri ferðir). Meðan hoyritólsbrúkarir mugu gjalda.
Eg eri ikki ímóti, at fólk fáa sær CI, men tit MUGU minnast til, at tað eru fólk ella børn, har teirra skurðviðgerðir eisini eru miseydnaðar og tí ikki hava fingið hoyrnina nakrantíð aftur at virka, og tey búgva jú runt um í Føroyum, og liva við ongum máli. Tað er eftir mínari meining púra galið. Tí, sambært ST sáttmálanum stendur, ???klára børnini ikki at fylgja við í undirvísingini, so hava øll børn rætt til at fáa hjálp, t.d. kommunikatión ella hoyritól, ella undirvísing í og á teknmáli ella fáa teknmálstulk osfr. Soleiðis, at barnið kann mennast og trívast í skúlnum.??? Also, hvar er rehabiliteringin til tey? Hvar er teknmálsundivísingin til tey?
Hetta er í ár 2019, hesi børn eru slettis ikki ???BÝTT???, men mangla bara kommunikatión. Í hesari støðuni, er tað teir hvítu uniformarnir (heilsufólkini), sum hava sagt foreldrum, at tey ikki skulu nýta føroyska teknmálið við børnini, sum eru nýliga skurðviðgjørd við CI.
Eitt dømi: Í Svøríki skulu foreldrini sjálvi gjalda fyri CI og regulin har er tann, at tey skulu saman við barninum læra teknmál og talimál. Tað er ikki bara bara, at fáa sær CI, tá ein verður opereraður.
Fakta er: At missa hoyrn ella at verða tunghoyrdur ella deyvur, kann vera orsakað av, at hárini í oyrasniglinum eru oyðiløgd, eitt annað fakta er, at tað limbiska systemið, sum fortolkar ljóðini og forstáðilsi ikki er í lagi. Fólk kunnu verða rakt júst av hesum. Tí er ikki altíð lætt hjá teimum at skilja ljóðið og taluna, og tey krevja nógva orku til at læra. Heilsubøkur siga eisini, at 80% av menniskjum fata betur kropsmál, meðan 20% skilja talumálið. Tí er umráðandi, at CI brúkarir læra teknmál og eisini venja ljóðini og tað er orkukrevjandi og tað følist sum at fara aftur til 0 ár. Tí summi hava ongantíð hoyrt fyrr, og so knappliga hoyra ljóð og tey vita ikki, hvar ljóðini koma frá.
Í Danmark eru tað 40% av CI-brúkarum, har viðgerðin eydnast og hava tað gott, tey liva við góðari útbúgving og eru glað fyri at hava fingið sær CI. Meðan fyri hini 60% er viðgerðin miseydnað, tí tey fingu sær CI. Orsøkirnar eru nógvar, t.d. miseydnaða skurðviðgerð, rakt av sjúku, veri fyri vanlukku osfr.
??rættvíst, men satt
Nú er tíðin komin til at endurskoða. Vit eiga at raðfesta børnini høgt, sjálvt um børnini ikki klára at fylgja við í talu ella undirvísing. Mín meining er, at CI- børn eiga at fáa undirvísing í føroyskum teknmáli og fáa tilboð um rehabilitering. Vit hava faklærd fólk, sum duga teknmál!
Hetta er órættvíst hjá føroyska samfelagnum, at man politiskt hevur skipað soleiðis fyri, at bara CI-brúkarum fáa CI-tól, skurviðgerð, ferðaseðil og battarí ókeypis. Og hetta er satt, at foreldur við børnum standa hjálparsleys, tí tey fingu boð frá fakfólkum, um ikki at læra børn síni teknmál. Eisini er hetta satt, at hoyritólsbrúkarir noyðast at liva við hoyritóli, sum ikki er av besta slag, og sjálvi noyðast at gjalda fyri tey.
Meifríð Weihe Hansen
valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald