2019-03-01 12:50

KVF: Tað sigur Durita Granada Thomassen, sum er ættleidd úr Kolumbia, og sum nú hevur hitt familju sína har
Annar og seinasti partur av sendingini "Aftur til upprunan" varð send í gjárskvøldið. Sendingin er um Duritu Granada Thomassen, sum er ættleidd úr Kolumbia, sum fer at leita eftir síni familju har. Hon finnur mammu sína og fýra systrar.
Fyrstu fetini til sendingina vóru tikin á heystið 2017, og nú spyrja vit hana, hvussu hevur verið at hitta sína familju í Kolumbia, og hvat status er í dag. Hon sigur at tilgongdin hevur verið við blandaðum kenslum, men hon leggur dent á, at hetta hevur verið sera gevandi fyri hana.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald