Politikkur

Hetta er langt úti - 61% í skatti

...

2018-09-22 16:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Visti tú av, at landið og kommunurnar fara við 61% av pengunum, sum pensionistarnir annars áttu at fingið frá skattaborgaranum?

Joen Magnus Rasmussen løgtingsmaður fyri fólkaflokkin, hevur sett eitt einfalt roknistykki upp.


Samhaldsfasti fer at gjalda kr. 1.045,00 meira um mánaðin til pensionistarnar. Hetta skal skattast. So pensionisturin fær bara kr. 680,00.

Um tú heldur, at hetta er langt úti, gerst støðan fyri skattaborgaran nógv verri.

Lønmóttakarin má rinda kr. 1.750,00 ( kr. 705,00 í skatti til land og kommunu), so at Samhaldsfasti kann fáa sínar kr. 1.045,00, sum jú eru 3% skatturin til Samhaldsfasta.

Tá pensionisturin fær hesar kr. 1.045,00, skal hann gjalda kr. 365,00 í skatt til land og kommunu.

??rslitið er sostatt:
Lønmóttakararnir rinda kr. 1.750,00,
Land og kommunur fáa kr. 1.070,00
Pensionistarnir fáa kr. 680,00

Hetta vilja vit broyta. Beinanvegin!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder