Politikkur

Hervør spyr um samtykkilóg

...

2020-09-03 12:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Kemur ein samtykkilóg?

Er ætlanin at dagføra revsilógina viðv. neyðtøku, so mann fer frá eini tvangsgrundaðari til eina samtykkigrundaða neyðtøkulóg, og um so er, nær kann væntast at uppskot kemur um hetta? Og eru ætlanir um at dagføra aðrar partar av revsilógini? Hesar spurningar hevur Hervør Pálsdóttir sett løgmanni.

Í fimm ár hava Fólkaheilsuráðið, Føroya Politi, Amnesty International og Sig frá/Almannamálaráðið havt kampanjur, um at sex krevur samtykki. Veruleikin er tó tann, at í revsilógini er neyðtøka grundað á harðskap og tvang, heldur enn samtykki.

??? ???Tað hevur stóran týdning fyri rættarstøðuna hjá neyðtøkuoffrum, at vit fáa eina samtykkigrundaða lóg. Samtykkilóg er ikki eitt ókent fyribrigdi; Ongland, Belgia, Ísland, Svøríki og skjótt eisini Danmark hava samtykkilóg. Fleiri dagføringar eru neyðugar í revsilógini, og eg haldi tað hevur týdning at reisa hetta málið politiskt.??? sigur Hervør Pálsdóttir

Leinki til fyrispurningin: https://logting.fo/files/casewrittenquestion/1037/010.20%20Spurningur%20til%20B.S.%20Nielsen%20fra%20H.%20Palsdottir%20-%20neydtokuparagraffirnar%20i%20revsilogini.pdf

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder