JN

Herdu átøkini ávirka Føðideildina

...

2020-03-17 14:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

LS skrivar:

Orsakað av herdu átøkunum móti coronasmittuni eru hesar broytingar framdar á Føðideildini.

Avlýsingar og broytingar:
- ??ll føðifyrireiking er fyribils avlýst.
- Rundvísing á Føðideildini er avlýst
- 1. ljósmóðirviðtalan verður yvir telefon. Hetta merkir, at tú verður heima við hús, og viðtaluljósmóðirin ringir teg upp.
- Eftirføðingarsamrøður verða útsettar
- Bert makin sleppur inn á Føðideildina at vitja, treyta av at hann er frískur.

Hetta heldur fram sum ætlað:
- Allar planlagdar ultraljóðskanningar verða gjørdar eftir ætlan. Tó ber ikki til at hava nakran afturat sær til skanningina.
- Vit bjóða framvegis ljósmóðirviðtalu eftir viku 20, men hesar verða telefonviðtalur.

Vit fara tó at heita á teg um ikki at møta til kanning, um tú kennir teg sjúka við hosta, fepri ella andaleiðstrupulleikum. Tá skalt tú ringja til kommunulækna ella vaktlæknan.
Til ber at ringja 304500 lokal 5119 fyri at fáa nýggja tíð.

Ring altíð, áðrenn tú kemur á deildina!

Tað er einki sum bendir á, at coronasmittan ferðast frá móðir til barn. Vit svara telefonini alt døgnið og fara at royna at svara spurningum sum frægast. Um tørvur er á tí, verður tú boðin inn til kanningar eins og vanligt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder