JN

Herða leiðreglurnar fyri ferðandi á miðnátt

...

2020-05-03 21:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú verða leiðreglurnar um sóttarhald herdar fyri fólk, sum ferðast til Føroya. Hetta er fyri at forða koronasmittuni at sleppa inn aftur í føroyska samfelagið.

Herdu mannagongdirnar innibera, at øll sum ferðast til Føroya, fáa ein faldara við greiðum boðum um at fara í heimauppihald í 14 dagar. Tey ferðandi verða eisini framhaldandi biðin um at lata myndugleikunum persónsupplýsingar at nýta sum partur í ???smittuuppsporingini???og soleiðis at sóttarhaldstoymið sum nakað nýtt eisini fer at seta seg í samband við tey fyri at vita, hvussu tey hava tað undir heimauppihaldinum.

Faldarin inniheldur kunning til ferðandi á føroyskum, donskum og enskum.

Eftir 14 dagar í heimauppihaldi, kunnu øll ferðast frítt í Føroyum, men sjálvsagt við virðing fyri almennu tilmælunum um frástøðu og reinføri.

Faldarin kann lesast her

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder