Politikkur

Her verður skrivað føroysk tunnils- og ferðslusøgu

...

2019-06-08 12:09 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Við seinasta skotinum í Eysturoyartunlinum verður skrivað føroysk tunnils- og ferðslusøga.

Tað segði Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, undir hátíðarløtu í gjár, tá ið seinasta skotið í Eysturoyartunlinum varð skotið.

??ll røðan kann lesast niðanfyri:

Góðu tit øll!

Hjartaliga vælkomin til hesa fagnaðarløtu!

Her verður skrivað føroysk tunnils- og ferðslusøga, tí við seinasta skotinum í Eysturoyartunlinum seta vit á seinasta partin av Føroya størstu samferðsluútbygging nakrantíð.

Eysturoyartunnilin verður tjúgundi tunnilin í føroyska samferðslukervinum, og hartil er hann eisini tann longsti.

Tilsamans 11 kilometrar og 250 metrar er hann til longdar, og til samanberingar er tunnilin, har hann er lægstur, líka langt undir havinum, sum Norðskálatunnilin er yvir havinum. Norðskálatunnilin er góðar 192 metrar yvir havinum, men lægsta punktið á Eysturoyartunlinum er 187 metrar undir havinum.

Tað kanska sigur okkum eitt sindur um, at her er talan um tøl, vit ikki hava sæð ella hoyrt um áður, nú Eysturoyartunnilin verður skotin ígjøgnum og skal gerast liðugur.

* * *

Arbeiðið at gera Eysturoyartunnilin byrjaði fyrst í hesi øldini, tá ið privatir aktørar á fyrsta sinni tóku stig til kanningar, so finnast kundi útav, um møguleiki var at gera henda tunnil.

Í mong ár arbeiddu bæði løgting og landsstýri út frá ætlanum um eina privata tunnilsloysn, men tá ið Eysturoyartunnilin av álvara varð settur í gongd, var tað tó við einum almennum tunnilsfelag.

Løgtingið samtykti í 2014 at fara undir at gera ein undirsjóvartunnil millum Eysturoynna og Streymoynna, og byrjaði hetta arbeiði ítøkiliga við, at skjøtil varð settur á vegagerðina í 2016.

Tað mesta hevur tó snúð seg um at bora, og fyrsta skotið varð latið av á Strondum tann 21. februar í 2017 ??? tað vil siga fyri gott og væl tveimum árum síðani.

Skjótt og væl hevur gingist, og tí kunnu vit standa her í dag, klár at skjóta ígjøgnum, so opið verður undir sjóvarmálanum millum tær báðar størstu oyggjarnar í landinum.

Samstundis verða høvuðsstaðurin og fólkaríka og virkisfúsa økið kring Skálafjørðin bundin saman, so tað um hálvtannað ár verður koyrandi ímillum.

At henda stóra verkætlan er komin so langt, at bara hetta eina skotið er eftir, kennist onkursvegna óveruligt, men er so sanniliga eisini gleðiligt, tí hetta verður eitt frambrot av teimum heilt stóru í Føroya søgu.

* * *

Eysturoyarunnilin er triði undirsjóvartunnilin, men er tó øðrvísi enn hinir báðir, tí hann hevur tríggjar munnar ??? ein á Hvítanesi, ein á Strondum og ein í Runavík.

Hetta hevur so eisini við sær, at undir Tangafirði verður ein rundkoyring, sum er tann einasta í heiminum á havsins botni, soleiðis at vegurin av Hvítanesi fer í tvey ??? annar tunnilin fer upp á eystara armi og hin á vestara armi á Skálafjørðinum.

Hugsa vit bara í asfalti og kilometrum, mugu vit ásanna, at føroyska samferðslan stígur inn í eina nýggja øld, tá ið vit í desember næsta ár kunnu koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin.

Av samlaða veganetinum í landinum, sum liggur um góðar 900 kilometrar, fara tá næstan 55 kilometrar at vera tunlar ??? og av hesum vera góðir 22 kilometrar undir havinum.

Eysturoyartunnilin er tó annað enn asfalt og kilometrar, tí einki er at ivast í, at hetta nýggja fasta sambandið fer at skapa nýggjar møguleikar, ið serliga fara at síggjast í miðøkinum í Føroyum.

Allur Skálafjørðurin merkir longu nú spenningin, tí tunnilin gevur vinnuligar møguleikar, ið ikki vóru áðrenn, samstundis sum bústaðarmynstrið longu er broytt.

Stórur áhugi er fyri at búseta seg á Strondum, Skála, Toftum og í Runavík, umframt í bygdunum í grannalagnum, nú stutt verður at ferðast ímillum og eisini suður til Havnar.

Somuleiðis vísa allar royndir av slíkum tunlum, at Havnin hevur stórar avbjóðingar fyri framman, tí ferðslan fer at økjast munandi, tá ið Eysturoyartunnilin er veruleiki.

* * *

Dvølja vit við tann vinnuliga vinningin við Føroya longsta undirsjóvartunli, fer hann at broyta gerandisdagin hjá túsundtals føroyingum.

Alt snýr seg í dag um tíð, tí einki er so avgerandi fyri virðisøking sum tíðin, vit brúka, tí skjótari alt gongur, størri eru líkindini fyri at fáa meira burturúr.

Bæði vinnan og vit øll fara at merkja mun, tá ið farleiðin millum Skálafjørðin og Havnina fer úr einum tíma niður í eitt gott korter.

Tað sama við einum túri úr Havn til Klaksvíkar, tí í rundum tølum styttist hann úr meira enn einum tíma og niður í gott og væl ein hálvan tíma.

Síggja vit fyri okkum, at henda tíðin, ið kann sparast, verður gagnnýtt sum frægast, verða tað ikki minst familjurnar, ið kunnu fáa so ómetaliga nógv meira burturúr.

Allir hesir spardu tímarnir geva fólki møguleika at brúka tíðina saman við familjuni og børnunum ella til onnur áhugamál, sum stundir kanska ikki eru til í dag.

At alt kann ganga skjótari, fer eisini at gagnast vinnuliga kappingarførinum og landsbúskapinum sum heild.

Og at helvtin av okkum føroyingum fara at búgva í einum øki, har koyritíðin ikki er nakað ein nýtist at hugsa um, kann eg sum avvarðandi landsstýrismaður bara fegnast um.

* * *

Tá ið so Sandoyartunnilin um fá ár eisini verður til veruleika, verða 90 prosent av føroyingunum knýttir saman í sama veganet, og kunnu vit tá ferðast, hagar vit vilja,vit vilja.

Og so er tað bara hugflogið, ið setur markið fyri, hvussu væl vit kunnu knýtaallarFøroyar saman, uttan at neyðugt verður við sjóvegis sambandi.

Tá ið vit so eisini fara at fáa Suðuroyartunnilin, fara mestsum allir føroyingar at hava í mesta lagi ein tíma um at koma til høvuðsstaðin ella miðøkið. Álitið um Suðuroyartunnlin fær landsstýrismaðurin handað í næstu viku, so spennandi verður.

Tað, at vit í dag skjóta ein tilsamans gott og væl 11 kilometra langan tunnil ígjøgnum, er partur av eini størri ætlan, ið gevur bæði royndir og møguleikar, vit kunnu fáa nógv burtur úr í framtíðini.

Sandoyartunnilin, ið nú verður farið undir at bora, verður við sínum 10,8 kilometrum Føroya longsti undirsjóvartunnil í einum strekki, og tá ið hann er komin, er heilt natúrligt at fara víðari.

Tá ið Vágatunnilin sum tann fyrsti undirsjóvartunnilin kom í 2002, vóru nógvar atfinningarsamar røddir at hoyra, men eftirtíðin hevur víst okkum, at hetta var ein røtt leið at fara.

Higartil kunnu vit so í øllum førum staðfesta, at henda øldin hevur verið ein sera spennandi tíð at liva í, tí hon hevur givið okkum nógvar møguleikar, vit kunnu gera nyttu av.

Nýggja føroyska samferðslan fer at leggja góðan botn undir framburð í samfelag okkara, so tað kann mennast enn meira og umstøðurnar gerast betri hjá okkum føroyingum.

***

Tá ið skotið varð ígjøgnum í Rókini fyri fýra vikum síðani, kundi eg ásanna, at var tað ikki fyri einum góðum og vælskipaðum innsatsi frá øllum pørtum, var hetta arbeiðið ikki komið so langt.

Nógv arbeiðsorka og nógvir arbeiðstímar eru lagdir í Føroya størstu samferðsluútbygging.

Eingin sum helst ivi er um, at Eysturoyartunnilin hevði ikki verið veruleiki uttan tykkum arbeiðsfólk og ráðleggjarar, og tí hava tit so sanniliga eisini uppiborið eitt stórt herðlapp! Takk fyri.

Tað er tykkum fyri at takka, at vit í dag kunnu fegnast um seinasta skotið í Eysturoyartunlinum, og tað er tykkum fyri at takka, at vit nú skjótt kunnu koyra ígjøgnum tunnilin.

Við hesum orðum vil eg ynskja Tunnilsfelagnum, NCC og undirveitarum, ja ??? øllum Føroya fólki- tillukku við seinasta skotinum og góða eydnu við arbeiðinum frameftir.

Væl er arbeitt higartil, og vit gleða okkum øll, til komið er á mál í desember 2020.

Nú fari eg teir 5274 metrarnar inn í Eysturoyartunnilin at skjóta seinasta skotið!

Takk fyri!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder