???Men tá ið teir vóru mettir, sigur [Jesus] við lærusveinar sínar: «Hentið saman breyðmolarnar, sum leypa av, so at einki fer til spillis!» Teir hentaðu teir so saman og fyltu upp í tólv tægur av molum, sum vóru til avlops av teimum fimm byggbreyðunum hjá teimum, sum høvdu etið.??? Jóhannes evangeliið kapittul 6.
Hendingin, tá ið Jesus mettaði fleiri túsund menniskju við fimm byggbreyðum og tveimum fiskum, byrjar eftir at hann fyrst hevði biðið signingarbønina yvir matin. Tá ið jødarnir savnaðust um borðið til máltíð, bað faðirin í húsinum fyrst eina takkarbøn fyri tað vælsignilsi, Guð hevði givið teimum við matinum. Bøn Jesu fyri matinum hevur hugkveikt tey kristnu til at biðja ella syngja áðrenn máltíðina. Í borðbønini verður Guð biðin at vælsigna matin. Rættari og bíbilskari er heldur at siga, at takkað verður fyri ta signing, ið maturin er.
Í evangeliinum eftir Jóhannes stendur, at tá ið Jesus nú lyfti upp eygum sínum og sá, at stór mannamúgva kom til hansara, sigur hann við Filippus: ???Hvar skulu vit keypa breyð, so at hesi kunnu fáa nakað at eta????. Filippus svaraði honum: «Breyð fyri tvey hundrað denarar røkkur ikki til hjá teimum, so at hvør teirra kann fáa eitt lítið sindur.» Ein av lærusveinum hansara, Andrias, bróðir Símun Pæturs, sigur við hann: ???Her er ein smádrongur, sum hevur fimm byggbreyð og tveir fiskar; men hvat munar tað hjá so mongum???? Jesus segði: ???Latið fólkið setast niður!??? Men har var nógv gras á staðinum. Tá settust kallmenninir niður, okkurt um fimm túsund í tali. Støðan kennist trupul fyri lærusveinarnar. Hvussu skulu øll hesi menniskjuni gerast mett? Breyð fyri 200 denarar eru ikki nóg mikið til øll hesi, helt Filippus. Uppaftur løgnari mátti tað vera, tá ið Andreas kom og segði: Her er ein smádrongur, sum hevur fimm byggbreyð og tveir fiskar. Men Andreas hevði áður sæð Jesus gera undur, og tað var við teirri vón at Jesus kundi gera eitt undur aftur, at hann kom við hesum tilboði.
Fyri Jesusi er einki ógjørligt. Hann stendur ongantíð hjálparleysur har vit standa ráðaleys. Hann var og er framvegis undrunnar Guð. Men hann ger seg ofta treytaðan av okkum. Her brúkar hann tað, ið ein smádrongur hevur at geva. Lítli óvitin gav Jesusi sín matpakka, og Jesus vælsignaði hann. Tað gjørdist meira enn nóg mikið til yvir 5000 menniskju.
Jesus bíðar eftir okkara ???matpakka??? fyri at geva menniskjum føði bæði til likams og sálar. Tað vil siga, at hann bíðar eftir, at eg og tú skulu geva tað, ið vit hava, til hann at ráða yvir: okkara evnir, okkara náðigávur, ja, alt vit hava. Tað eru ikki støddin ella mongdin tað snýr seg um. Tað avgerandi er, at hann fær tað at ráða yvir.
Eftir bønina brýtur Jesus breyðini, gevur lærusveinunum tað, og biðjur teir býta tað út. Aftur brúka hann sínar eftirfylgjarar at fremja teir tankar og uppgávur, hann hevur fyri fólkinum. Hann sendir út. Guð hevur nóg mikið av uppgávum til sínar lærusveinar.
Signing Jesu yvir tað vit geva honum, kann skapa yvirflóð, og verða nóg mikið til øll. Henda dagin gjørdust øll mett, ja, tað leyp enntá meira av enn tað, tey høvdu at byrja við.
Tá ið fólkið hevði etið seg mett og skuldu víðari, kunnu vit líkasum hoyra Jesus siga: Nei nei, her leyp av, henti nú saman alt avlopið so at einki fer til spillis! Teir hentaðu so saman og fyltu upp í tólv tægur av molum, sum vóru til avlops av teimum fimm byggbreyðunum hjá teimum, sum høvdu etið
Á okkara døgumm eru molarnir, sum leypa av fleiri enn upp í tólv tægir, eisini fleiri enn upp í tólv bingjur. Talan er um milliardir av tonsum. Bara í Danmark verða hvørt ár 700.000 tons av mati koyrt í ruskkskurvina, stóð at lesa nú ein dagin, og vit liggja ikki aftanfyri. Tey flestu av okkum kenna tað: Restin av døgurðanum og nátturðanum, ið ikki verður etin, nøgdin í køliskápinum, matur, sum vit hava gloymt í frystiboksini í fleiri ár, alt endar í ruskspannini og á bingjuplássinum. Meginpartur av tí mati, vit tveita burtur, er einki galið við. Tað er heima hjá mær og tær, at størsta oyðslanin fer fram, vísa kanningar.
Onkur hevur ein sagt.???Vit í vesturheiminum koma ongantíð at uppliva tørv av mati, til tað eru vit so framkomin at framleiða og skaffa okkum dagligt breyð, at tað ber ikki til,??? Mundi tankin nema eitt einasta mannabarn á jørðini, at eitt sølutorg, ein flogmús ella hvat tað nú hevur veri, í stórbýnum Wuhan í Kina, kundi leggja allan heimin lamnan eftir fáum døgum, taka lívið av so mongum menniskjum, og koyra heimsins lond, fyritøkur og einstaklingar út í slíkt óførið, sum vit hava upplivað í hesum døgum?
Tað eru ikki soo mong ár síðan, at tað var uppi í fleiri heimum, tá ið øll fóru frá borðinum. Vit, sum liva í 21undu øld eiga at takka Guði, at vit hvønn dag kunnu eta okkum mett, tað er avgjørt ikki ein sjálvfylgja.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald