Eftir áheitan frá Henriki Old, landsstýrimanni í samferðslumálum, havi eg í dag loyst hann úr embætinum sum landsstýrismaður í samferðslumálum.
Tað harmar meg, at hann ikki longur er partur av landsstýrinum. Eg havi arbeitt væl saman við Henriki, og havi nógv gott at bera honum. Hann hevur verið bæði arbeiðssamur og miðvísur. Hansara avrik tala fyri seg.
Virkin landsstýrismaður
Sum landsstýrismaður eigur hann millum annað stóran heiður í, at barsilsfarloyvið er økt við átta vikum, at eitt hart tiltrongt avloysaraskip til strandferðsluna er í umbúnað, at Hvalbiartunnilin loksins verður gjørdur og mong, mong onnur smærri mál um alt landið.
Henrik er suðringur. Umstøðurnar har hava havt hansara størsta áhuga, og tí hevur hann eisini annaðhvørt slóðað fyri ella stuðlað teimum mongu átøkum, sum henda samgongan hevur gjørt fyri at lætta um tær avbjóðingar, Suðuroyggin hevur.
Har kunnu nevnast at
- Hvalbiartunnilin samtyktur og boðin út,
- túratalið við Smyrli er økt,
- ítróttarháskúlin er uppraðfestur og pengar eru játtaðir til bygning,
- pengar eru settir av til eftirskúla á Tvøroyri, sum skal byrja næsta summar,
- tveir serlæknar afturat eru settir við Suðuroyar Sjúkrahús,
- FHS og búskaparbreyt eru boðin út í Hovi,
- pedagogisk hjálparfólkaútbúgving byrjar í Hovi í januar,
- samferðsluhavnin á Krambatanga er útbygd,
- skjalasavn stovnað á Tvøroyri,
- økispsykiatri er skipað í Suðuroy,
- og, ikki minst, at alilógin er tillagað soleiðis, at stórar útbyggingar kunnu gerast í Suðuroy við teirri treyt, at laksurin eisini verður virkaður í Suðuroy.
Eg tori at siga, at Suðuroyggin ongantíð hevur fingið so høga raðfesting sum farnu trý árini. Og hesum eigur Henrik sín stóra lut í. Tað hevur verið neyðugt, tí oyggin hevur ikki fingið nóg góðan lut í teirri framgongd, vit hava havt.
Lurta eftir fakliga myndugleikanum
Nú, vit komu út í síðsta árið av valskeiðinum, vóru ymiskar meiningar um, hvussu vit skuldu raðfesta tunlarnar. Hetta er beinleiðis orsøkin til, at Henrik nú leggur frá sær. Hetta málið snýr seg um, hvørt tunnil fyrst skal gerast til Dals ella Fámjins.
Tað var ikki semja um hetta í Landsstýrinum ella í samgonguni, og tí valdu vit í summar at leggja málið fyri tann fakliga myndugleikan, Landsverk.
Og svarið var púra greitt: Tað er meira átrokandi at gera tunnilin til Dals enn tann til Fámjins. Orsøkin er, at grót ikki bara ríður niður á vegin, men eisini undan vegnum. Hann liggur á eini rók, tað er steyrrætt beint niður í havið, og tað er veruligur vandi fyri, at dalbingar ein dag einki vegasamband hava yvirhøvur, tí ein partur av vegnum er farin í havið.
Tí hevur ein meiriluti í landsstýrinum og samgonguni gjørt av, at fakliga tilmælið skal fylgjast, og tunnilin til Dals gerast fyrst. Hetta er eisini tað, sum Løgtingið áður hevur samtykt.
Kunnu byrja um ársskiftið
Tað hevur í kjakinum verið sagt, at tunnilin til Fámjins er klárur at bora, og at boringin bara tekur eitt ár. Verður farið í gongd beinan vegin, kann hann borast meðan fyrireikingarnar til Dalstunnilin verða gjørdar.
Men sambært Landsverk skulu 5-600 metrar av arbeiðsvegi gerast, áðrenn borast kann til Fámjins, og av teirri orsøk kann borurin ikki setast í fyrr enn um ársskiftið. Saman við neyðugu vegaføringunum, væntar Landsverk, at tað tekur væl meira enn tað eina árið at gera Famjinstunnilin.
Samstundis metir Landsverk, at tað kann vera klárt at bora Dalstunnilin tíðliga í komandi ár.
Famjinstunnilin kemur
Eg ferðist nógv kring landið, og eg veit, at Fámjinsvegurin ikki er ein nóg góð farleið. Tí skal hetta heldur ikki vera farleiðin í framtíðini.
Samgongan er tí sinnað at kanna møguleikan fyri at hækka játtanina soleiðis, at tunnilin til Dals kann borast skjótt, so vit koma skjótt til Famjinstunnilin.
Eg harmist, at fámjiningar mugu bíða nakað enn. Men eg vóni at fólk í bygdini virða, at tá ið fakligi myndugleikin ger eitt so greitt tilmæli, so mugu vit sum ábyrgdarfullir politikarar taka hetta til eftirtektar. Ein bygd kann ikki liggja við ongum vegasambandi.
Eg eri løgmaður fyri alt landið, og tað er ein høvuðsuppgáva hjá mær at tryggja, at vit gera tað, sum er mest átrokandi fyrst.
Vit skulu hava nógvar tunlar afturat. Fyrst og fremst Hvalba, Norður um Fjall, Dal og Fámjin. Teir koma allir ??? men teir koma ikki allir í senn.
At enda skal eg boða frá, at eg sjálvur nú taki ábyrgdina av teimum málsøkjum, sum Henrik Old hevur havt í Landsstýrinum til nýtt landsstýrisfólk er útnevnt.
Eg vil takka Henriki Old fyri tað stóra arbeiði hann hevur gjørt í Landsstýrinum. Eg veit, at góðu persónligu viðurskifti okkara halda fram ??? og eg vóni, at hann fer at nýta sína stóru orku í politikki í mong ár afturat.
Aksel V. Johannesen
Løgmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald