2021-04-10 20:50

?? gjár vóru tvær Helsutar Trøllentir úr Norður Amerika út fyri Sandágerð í Havn, veturin 2020-2021 hava serstakliga nógvar Helsutar Trøllentur verði at sæð her á landi, einar 12 -13 íalt og tað tykist at tali veksur nú tað várar, eftur stendur at kanna um onkur av øllum hesum Helsutu Trøllentunum er fuglur sum flytur runt um í landinum og møguliga er taldur við áður.
Men tað skerts ikki burtur, at tað ongantíð hava verði fráboðaðar so nógvar av hesum áður so sera sjáldsomu antar fuglunum úr Norður Amerika í Føroyum.
Spennandi verður at fylgja við hvussu nógvar fráboðanir verða til komandi ár.
Tí betur hyggja nú fleiri eftur fugli um veturin eisini, tað er viðvirkandi til at vit fáa eitt rættari yvirlit yvir sjáldsomu gestirnar sum vitja oyggjar okkara og nær teir vitja.
Orð og myndir: Rodmund á Kelduni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald