2019-12-11 09:25

Absalon Áargarð, formaður í Føroya Politistafelag, var gestur í Dagur og Viku í gjárskvøldið í sambandi við hendingina sum fór fram í Miðvági mánakvøldið.
Lat meg fyrst siga, at vit eru ótrúliga keddir um støðuna sum er íkomin. Hetta er ein ólukkulig støða, og vit hugsa sjálvandi um mannin sum er innlagdur, og familjuna hjá honum eisini. Hetta hevur rakt hann og familjuna hjá honum hart.
Tað hevur eisini rakt hart uppá politistarnar sum vóru á staðnum. Politisturin sum var raktur hevur fingið nøkur smærri prus, men heilsustøðan hjá honum er góð. Tað sær ikki út til, at hann fær nakað varandi mein av hendingini, segði Absalon við vertin í Kringvarpinum.
Víðari segði Absalon, at tú kanst ætla at hendingin ávirkar okkum ótrúliga nógv. Stemmningurin á støðini hevur verið ótrúliga tyngdur í allan dag.
Absalon hevur verið í løgregluni síðani seinnu helvt av 80'inum. Hann veit um at pistólin hevur verið frammi, og at tað fyrr hevur verið skotið, men hann veit ikki um nakað annað dømi har tað er skotið og fólk eru rakt av skotinum.
Tað er ein reglugerð sum sigur nær løgreglan kann brúka tey ymisku amboðini, og fyri at løgreglan kann brúka skotvápn, so skal tað verða eitt vandamikið álop, sum er við at byrja ella júst er byrjað. Tá ið løgreglan brúkar skotvápn skulu tey skjóta so tey fáa tamarhald á støðuni, men ikki drepa, segði Absalon Áargarð í Degi og Viku í gjárkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald