2021-04-06 12:01

Fóðurflakin Hellutangi, sum hevur ligið fortoyðaður Vesturi á Víkum, sleit í gjárskvøldið, stutt fyri midnátt.
Hann rak á land inni í fjøruni, vestan fyri Reipsáfoss, og liggur hann har framvegis.
Vit fara at meta um, hvat gerast kann, tá veðrið batnar, sigur Atli Gregersen stjóri í Hiddenfjord.
Hiddenfjord fekk fóðurflakan Hellutanga í apríl í 2019. Hellutangi er 78 metrar langur, og lastar 1.000 tons av alifóðri.
Tað hevur verið ódnaðveður seinastu dagarnar. Gjáramorgunin vísti aldumátarin hjá Landsverki norðanfyri, at alduhæddin var 11,3 metrar. Aldumátarin hjá Landsverki sigur nú, at alduhæddin liggur um 9 metrar norðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald