2020-08-26 14:26
Landsstýrismaðurin í vinnumálum fer fram í óðum verkum og leggur einki í, um nýskipanir á elorkuøkinum geva vinnulívi og borgarum hægri elprísir. Tað sást í sjónvarpinum fríggjakvøldið, tí tað er altumráðandi fyri Helga at sundurliða okkara vælvirkandi elskipan, sum kann elva til hægri prísir, tó at nógv annað og meira átrokandi er at fara í holt á orkuøkinum
Í samgonguskjalinum stendur m.a. um orkumál og umhvørvi: "Grøna tilgongdin skal skipast í samráð millum land, kommunur og vinnu. Hetta skal samskipast í einari orkuráðgevandi nevnd, har hesir tríggir partar koma við sínum tilmælum um, hvussu vit fáa einar grønari Føroyar."
Hví byrjar Helgi Abrahamsen ikki við hesi nevndini, ið m.a. kundi viðgjørt eina møguliga umskipan av SEV, sum er ein so sera grundleggjandi broyting í okkara undirstøðukervi. Hví leggur landsstýrismaðurin í óðum verkum á at skilja SEV sundur í tvey feløg - helst aftan fyri ryggin á eigarunum, kommununum, okkum borgarum - og uttan at lurta nevnivert eftir 75 ára longu serfrøðini í SEV. Eg haldi svarið er, at nakrir einstaklingar í samgonguni trýsta nógv á fyri at fáa hetta málið ígjøgnum - kanska fyri egnan vinning. Soleiðis eiga reiðiligir, liberalir politikarar ikki at hugsa, um teir skulu varðveita álitið hjá fólkinum.
Longri niðri í samgonguskjalinum stendur: "Munandi meira ferð eigur at verða sett á framleiðsluna av grønari orku. Fyri at røkka hesum máli verður arbeitt fyri at tryggja størri kapping á framleiðslu- og sølusíðuni. Arbeitt verður við at skilja elnetið hjá SEV frá hinum virkisøkinum, soleiðis at fult gjøgnumskygni verður í kostnaðinum av netpartinum. Fult gjøgnumskygni skal vera grundarlag undir, at privatar fyritøkur skulu hava møguleika at leiga og framleiða seg inn á elnetið, og síðani selja."
Gjøgnumskygni er longu í SEV, við tað at roknskapurin er býttur sundur í net, framleiðslu og vindmyllufeløg, men Helgi Abrahamsen hevur bitið seg fastan í at skunda henda partin av samgonguskjalinum ígjøgnum uttan mið og mál. Tað vísti hann týðiliga í Degi og Viku fríggjakvøldið, har Annika Olsen, borgarstjóri, gav honum skarpan gang, nevniliga tí at landsstýrismaðurin fer fram eftir fummum. Helgi Abrahamsen segði, at endamálið er at gera Føroyar grønar. Kosta, hvat tað kosta vil. Og hetta kunnu hvørki vinna ella borgarar góðtaka.
Nógv er longu kannað
Fleiri kanningar vísa, at ein sundurskiljing av okkara tryggu elskipan fer at koyra elprísin uppeftir. Ein orsøk er, at bíligu lánini á 2 milliardir krónur hjá SEV verða uppsøgd við hesi broytingini - bara sjálv uppsøgnin av lánunum kostar 150 milliónir krónur - umframt at elskipanin verður dýrari at reka. Sostatt eiga vit fyrst og fremst at spyrja, hvussu fáa vit elorkuna á landi í Føroyum 100 prosent grøna í 2030, samstundis sum vit varðveita eina trygga elskipan, og uttan at elprísurin fer til himmals?
Tað stuttliga og áhugaverda er, at SEV, sum er fremsta serfrøði á elorkuøkinum í Føroyum - og hevur verið tað í skjótt 75 ár - fyri fleiri árum síðani hevur viðgjørt henda spurningin bæði tekniskt og fíggjarliga. Arbeiðið, sum SEV longu hevur gjørt, eigur at viga nógv í fyrireikingunum, um tað skal arbeiðast víðari við tankanum um nýskipanir á elorkuøkinum. Sum næstformaður í SEV var eg við til at viðgera spurningin fleiri ferðir saman við sera professionellum starvsfólkum í SEV og uttanhýsis ráðgevum. Tað undrar meg, at landsstýrið ikki tekur SEV og kommunurnar í størri álvara í hesum spurningi.
Tað er umráðandi at halda fast um tann veruleika, at sum avbyrgt oyggjasamfelag hava vit ein grundleggjandi tørv á einari tryggari elskipan. Tað merkir ikki, at eingin kapping kann vera. Tí tað ber longu til at kappast um at veita vindorku og aðrar orkukeldur inn á elskipanina, eins og tað ber til at kappast um hitapumpur og elbilar og aðrar grønar orkuloysnir.
Helgi vevur málið í ein ellubita
Tá vit tosa um SEV og orkuskiftið í Føroyum, er týdningarmikið at halda tunguna mitt í munninum, tí talan er um eitt torskilt øki. Tað gjørdi landsstýrismaðurin ikki í Degi og Viku fríggjakvøldið. Hann segði í kjakinum, sum snúði seg um sundurskiljing av SEV, at orkuskiftið fer at kosta 7-8 milliardir krónur sambært tølum frá SEV.
Her vevur landsstýrismaðurin alt upp í ein ellubita. Vit hava longu í fleiri ár sambært djúptøknum, fíggjarligum útrokningum vitað, at uppgávan hjá SEV at varðveita og halda vika líka eina trygga elskipan á grønu kósini - t.e. eitt nú netúbyggingar, pumpuskipan og aðrar týðandi, stabilserandi funktiónir - kostar umleið 2,8 milliardir krónur.
??trokningar vísa harumframt, at útbyggingar við vindorku og øðrum orkukeldum fara at kosta umleið 1,5 milliardir krónur, men her kunnu privatir veitarar eisini bjóða. Magn hevur longu vunnið eitt útboð í Flatnahaga. T.v.s. at á grønu kósini hevur SEV langt síðani fyrireikað seg til at fíggja 3-4 milliardir krónur - alt eftir hvussu nógvir privatir veitarar vinna vinorkuútboð, sólorkuútboð o.a. útbjóðingar í framtíðini.
Helgi sáar ósannindi um SEV
Hinar umleið 4 milliardirnar upp til tær 7-8 milliardirnar, sum Helgi Abrahamsen segði, at orkuskiftið fer at kosta, hava einki við SEV at gera. Hesar umleið 4 milliardirnar eru kostnaðurin fyri, at bilar, bussar, húsarhald, ja alt samfelagið leggur um til grønar, elriknar orkuloysnir.
Tí er tað beinleiðis at sáa ósannindi um SEV, tá landsstýrismaðurin førir fram, at SEV einsamalt ikki megnar uppgávuna. SEV hevur langt síðani fyrireikað seg til sína uppgávu á grønu kósini, sum er til einhvørja tíð at veita elorku út í hvønn krók í samfelagnum, t.e. at halda veitingartrygdina og veitingarskylduna, meðan vit leggja alt Føroya land um til grøna orku.
Hinvegin ber til at siga, at landsmyndugleikin ikki lyftir sína uppgávu, sum m.a. er at skaffa lendi til vindmyllur, at eggja borgarum til grønar hitaloysnir, elbilar, minni matoyðsl, minni dálking, bæði ljóð- og luftdálking, herundir landsdekkandi krøv um landsstreym o.a., sum stendur í samgonguskjalinum um orkumál og umhvørvi.
SEV setti grønu kósina
Samanumtikið ber til at siga, at SEV setti grønu kósina í 2014 um at veita 100 prosent grøna elorku á landi í 2030, og at SEV hevur fyrireikað væl til hesa uppgávuna.
Tað ber ikki til, at tað nú skal latast upp í hendurnar á nøkrum fáum politikarum, uttan dokumentatión og haldgott kanningargrundarlag, í skundi at avgera lagnuna hjá føroysku elskipanini.
Henda ognin hjá kommununum, ið er ein so týðandi partur av føroyska undirstøðukervinum, og sum er væl og professionelt rikin, skal hava eina nógv drúgvari viðgerð enn eina skundviðgerð í tinginum. Vit hava í dag eina trygga elskipan, og yvirskotið hjá SEV fer til áhaldandi útbyggingar av einari tryggari elskipan og ikki til vinningsbýti til privatar. T.v.s. at bæði vinnulív og borgarar fáa tryggleika burtur úr verandi skipan, og tí er neyðugt at hugsa seg væl um, áðrenn grundleggjandi broytingar verða gjørdar.
Helgi Abrahamsen segði í sjónvarpinum, at rætta løtan er ongantíð at fara í gongd, tí tað er altíð onkur, sum er ónøgdur. Eg haldi, at landsstýrismaðurin skal heldur hugsa um, hvussu hann fer í gongd við einum opnum sinni saman við øllum viðkomandi pørtum, so skal rætta løtan nokk koma.
Vinaliga
Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndin í Tórshavnar býráð
og fyrrverandi næstformaður í SEV
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald