Politikkur

Heldur ongin makrelkvota í Sandoynna hesuferð

...

2021-06-08 07:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tók míni tøk sum løgtingsmaður og sum løgtingsformaður í farnu samgongu, í samband við nýggju fiskivinnulógina.

Alt fyri at fáa eitt javnari vinnuligt býti, størri fíggjarliga spjaðing í samfelagnum, og størri inntøkugrundarlag hjá almennu Føroyum.
Tað er heldur ikki nakað dulsmál at vónbrotið var sera stórt, tá mín egni formaður, setti Sandoynna sum eftirbát, við ónýtiligum kvotum, og vinnuloysi.
Sjálvur fekk eg gráin tøkk frá formanninum, og var útihýstur í valstríðnum fyri at mótmæla vánaliga polittiska handverkinum.
Nú er ein nýggjur møguleiki hjá Sandoynni, við nógv øktu makrelkvotuni.
Mín inniliga vón er at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, er frægari enn mín egni formaður, og letur ein hollan part av nýggju makrelkvotuni til verulig vinnulig initiativ í Sandoynni.
Tað hevði verið stórt rós vert, og hevði gagnað allari oynni, nú sera linligt er við arbeiði í siðbundnu fiskivinnuni í oynni.
Tað hevði verið ein ávís ábót, í mun til darvandi lóggávuna um loyvi at avreiða uttanlands, sum harvið tekur ein part av grundarlagnum undan flakavirkinum í Skopun.
So Jacob, ver tú frægari maðurin, og gev Sandoynni ein møguleika, sum ger veruligan vinnuligan mun.
Páll á Reynatúgvu
Løgtingsmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder