Politikkur

Heimsins ríkasta tjóð í fiskiríkidømi ??? lat tað ikki gleppa okkum av hondum

...

2019-12-20 19:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í Føroyum hava vit havt undangongufólk, ið hava stríðst fyri, at vit vunnu okkum fyrst 12 og síðani 200 fjórðinga fiskimark. ??tróðrarmenn, verkafólk, fakfeløg, einstaklingar og politikarar. Stór mótstøða var ímóti hesum í mong ár. Men í dag eru øll samd um, at hetta er størsta ríkidømi, ið er vunnið okkum øllum. Okkara dýrasta ogn.

Vit eru tí uttan iva heimsins ríkasta tjóð fyri hvønn íbúgva, tá ið ræður um livandi tilfeingi í havinum. Upp ímóti 700.000 tons av fiski árliga hava føroyingar veitt seinastu árini. Ella nærum 40 kg um dagin fyri hvønn einasta føroying.

Um vit tryggja, at hetta virðið er á føroyskum hondum og verður virðisøkt í Føroyum ??? við at skapa kapping og atkomiligheit um at fáa sum mest burturúr ??? er grundin løgd til einar sjálvbjargnar og frælsar Føroyar, har vit hava ríkiligar møguleikar til øll.

Og hetta var endamálið við fiskivinnunýskipanini.

Nýtt tilfeingi útvegað

Seinastu árini hava Føroyar við politiskari avgerð hækkað okkara part av kvotunum av uppsjóvarfiski í Norðuratlantshavi.

-Fyrst við makrelinum í 2010, har vit nú hava 70.000 tons meira enn vit annars høvdu haft.

-Síðani við svartkjaftinum í 2015 undir seinastu samgongu, har vit nú hava 133.000 tons meira, enn vit annars høvdu havt.

-Og at enda við norðhavssildini undir seinastu samgongu í 2016, har vit nú hava 70.000 tons meira, enn vit annars høvdu havt.

Tilsamans eru føroysku kvoturnar sostatt síðani 2010 ár hækkaðar við 273.000 tonsum.

Tær nýggju, øktu kvoturnar hava eitt avreiðingarvirðið upp á í minsta lagi 1 milliard krónur.

Hetta er útvegað við politiskari avgerð, og ongin hevur sjálvandi nakran framíhjárætt til hesar kvotur og stóru virði.

Tey reiðarí og skip, sum virkaðu í uppsjóvarvinnuni, áðrenn hesar hækkingar, kláraðu seg væl og gjørdu eisini íløgur í nýggj skip.

Men alt hetta nýggja og økta tilfeingið varð fram til 2015 latið til tey somu, ið høvdu havt kvotur frammanundan.

Broytingin ið nú verður rullað aftur

Fiskivinnunýskipanin frá 2017 broytti hetta soleiðis, at í 2019 vórðu 187.000 tons boðin út á uppboðssølu og til menningarkvotur. Og ásett varð við lóg, at um kvoturnar hækka, ella vit útvega nýtt tilfeingi, so verður hetta alt boðið út.

Nú ætlar samgongan, at meginparturin av hesum skal aftur til tey reiðarí, ið høvdu tey frammanundan sum 12 ára loyvi, ið frítt kunnu keypast og seljast. Og at allar hækkingar í kvotum fara til tey somu.

Tá ið slík varandi loyvi verða seld í til dømis ES-londum, so kann til dømis makrelkvota seljast fyri upp ímóti 90 kr. kilo.

Stórar altjóða fyritøkur sita á tí mesta fiskiríkidøminum í heiminum. Hesar hava ??? sum vit eisini dyggiliga hava staðfest í Føroyum ??? ein ovurstóran áhuga í at vinna sær ognarskapin til hetta ómetaliga náttúrutilfeingi, ið verður endurskapt hvørt ár. Tí tað hevur so stórt virði í allari framtíð.

Í 2019 eru góð 187.000 tons úti sum uppboðssølu- og menningarkvotur. ??ll onnur fiskirættindi hava avmarkað gildi í 8 ár.

Um bara tey 187.000 tonsini, sum í dag eru í uppboðssølu- og menningarkvotum, verða gjørd til 12 ára loyvi, ið kunnu keypast og seljast privat eins og í ES, so er talan um at tey kunnu seljast fyri í minsta lagi 5-6 mia. kr. Millum privat.

Rættarmál og krøv

Og tað verður nærum ógjørligt at koma afturumaftur.

Eitt rættarmál liggur longu í Føroya Rætti, har eitt reiðarí vil hava dóm fyri, at Løgtingið hevði ongan rætt at siga loyvini upp í 2007.

Christian Andreassen, sum er formaður í tingbólki Fólkafloksins og formaður í Rættarnevnd Løgtingsins, hevur vegna eitt reiðarí saksøkt Fiskimálaráðið við kravi um, at talan ikki var loyvt at siga loyvini upp í 2007, og at talan var um ógrundaða ognartøku í nýggju fiskivinnulógini. Hann krevur endurgjald fyri mista inntøku í í 25 ár fram í tíðina fyri mista inntøku.

Verður uppskotið hjá samgonguni samtykt við 12 ára loyvum, sum kunnu keypast og seljast, er ongin ivi um, at hetta verður rættarkrav hjá øllum frameftir.

Fámannaveldi

Løgtingið segði galdandi veiðiloyvi upp við tógvið stríð í 2007. Hetta ikki minst tí at skip við veiðiloyvi vórðu seld aftur og fram fyri stórar upphæddir. Eisini til útlendskan kapital sjálvsagt, tí her skulu leggjast so stórar upphæddir á borðið, at bert tann, ið hevur ein sterkan bakk í rygginum, kann bjóða seg fram.

Nú verður sama skipan sett í gildi, sum áðrenn loyvini vórðu søgd upp í 2007. Men nú við 12 ára loyvum, ið kunnu leingjast hvørt ár.

Hvør kann tá í komandi ættarliðum bjóða seg fram at virka í føroysku fiskivinnuni?

Talan verður um eitt fámannaveldi í Føroyum, har vit longu hava sæð, hvussu stórt vald tað gevur á politisku skipanini.

Tí er talan um størstu avgerðirnar, ið ein tjóð kann taka. Og størstu avreiðing av virðum, sum vit vita um í okkara parti av heiminum.

Hetta kunnu vit ikki lata ganga og bjóða okkara eftirkomarum. Lat okkum heldur finna semjur um at verja tey virði, ið vit eru vald at verja til frama fyri alt fólkið og framtíðina í Føroyum.

Høgni Hoydal

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder