Í 2015 yvirtøku kommunurnar eldraøkið frá landinum. Áðrenn yvirtøkuna samstarvaðu kommunurnar í Vágum við kommunurnar í Norðurstreymoy um eldraøkið, men í samband við yvirtøkuna samdust kommunurnar í Vágum umat fara úr tí samstarvinum, og stovna okkara egna samtarv, sum nú ber heitið Vesturvón.
Tað var ein stór avbjóðing at yvirtaka ellis-og avlamisheimið, sum vit tá søgdu. Fleiri minnast eina sjónvarpssending av heiminum, har Petur Magnussen úr Sandavági, sum tá búði á heiminum, sat við einum rotnum træspreki av klædninginum. Heimið var í syndarligum standi.
Kommunurnar samdust um at boða myndugleikunum frá, at tað kom ikki upp á tal at yvirtaka heimið í tí standi, sum tað tá var í. Í stuttum kann sigast, at úrslitið var, at almannaverkið, sum hevði umsitið heimið, sum ein sjálvsognarstovnur átti, vildi ganga við til at gjalda helvtina av einari upphædd á 31,5 mió.kr., sum Landsverk metti at ein dagføring av heiminum fór at kosta.
Vit vistu , at hesin kostnaðurin fór ikki at halda, men her var einki at gera. Kommunurnar samdust so um at yvirtaka bygningin frá sjálvsognarstovninum, sum harvið gjørist ogn hjá kommununum báðum.
Vit vistu frá byrjan, at umbyggingin fór at hava stórar avbjóðingar við sær, bæði fyri starvsfólk og búfólk. Men nú eru vit komin so væl áleiðis, at arbeiðið verður ikki jólatrøll í ár. Tað, sum vit settu okkum fyri at dagføra, verður liðugt fyri jól, og tá fer formaðurin í bygginevndini, Dánjal Thomsen sum hevur leitt arbeiði við hepnari hond sikkurt at greiða okkum frá um kostnað og annað.
Men vit eiga ikki at steðga á á jólum. Næsta ár fara kommunurnar báðar undir stórar íløgur. Vága kommuna fer undir annað byggistig av skúlanum og Sørvágs kommuna fer at byggja vøggustovu. Hetta kemur at binda íløgukarmin munandi í komandi valskeiði hjá báðum kommununum í samstarvinum.
Stýrið fyri heimið hevur heitt á kommunurnar báðar um at seta 3 mió.kr. av í komandi fíggjarári, so H-bygningurin ella síðulonin kann gerast liðug. Lati okkum seta prikkin yvir i-ið, áðrenn kommunurnar báðar fara undir stóru íløgurnar.
At enda fari eg at takka Eyðdis Niclasen, Aime Jacobsen, Jórun Haraldsen og Rósu Samuelsen fyri samstarvið í stýrinum hesi fýra árini .
Sune Jacobsen
Fyrrverandi borgarstjóri í Sørvágs kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald