2018-08-24 10:18

Søkt verður eftir:
- Eftir einum reingerðisfólki at atbeiða 32 tímar aðru hvørja viku frá september 2018.
Førleikakrøv
- Skal vera málrættað/ur og skipað/ur í síni tilgongd til arbeiðið og megna at geva sítt uppbyggjandi íkast til eina broytingartilgongd, sum nýggja Heimatænastan í løtuni er í
- Skal duga og tíma at samstarva og at taka ábyrgd
- Verða empatiskur í sínum samstarvi við borgarar og avvarðandi.
Setanarviðurskifti
Starvið er aðru hvørja viku. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF / Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Upplýsingar um størvið
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til fyrisitingina, á tlf. 793200, ella skriva til [email protected]
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til: Heimatænastuna í Vágum, Kálvalíðvegur 2, FO-370 Miðvágur ella til teldupostadressurnar: [email protected]
Umsóknin skal vera Heimatænastuni í hendi í seinasta lagi hin 30 august 2018 kl. 12.00.
Heimatænastan tilskilar sær rættin til ikki at seta nakran av umsøkjarunum og um neyðugt, at lýsa størvini leyst av nýggjum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald