Politikkur

Heimafriður: Lat teg ikki lumpa

...

2021-05-18 10:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder


Lat teg ikki lumpa!


Avgerðin hjá Tórshavnar býráð um at steingja havnina á Oyrareingjum er symbol politikkur, sum ikki loysir stóra trupulleikan við larmi á staðnum.

Síðani nýggja býráðssamgongan tók við í januar 2021, er støðan á Signabø, Oyrareingjum og í Kollafirði versnað munandi. Russisku skipini, og teirra virksemi verður nú savnað innast á smala fjørðinum.

Støðan í dag hava bæði kollafjarðarnevnin og felagið Heimafriður forútsæð. Nevndin og felagið mótmæltu harðliga og ávaraðu býráðið, bæði í 2020 og í 2021, tá havnanevndin ókrittiskt samtykti málið um at landa og lagra pakkning á Oyrareingjum til russiska flotan.


Síðan 2009, hevur tað annars verið eitt undantak, at russisk skip sluppu at umskipa og vera á fjørðinum, tí av royndum visti mann, at hesi skip órógvaðu órímiliga nógv. Men, nú tá nýggja býráðssamgongan tók við, er nýggj avtala gjørd, og eru allar hurðar opnar fyri hesum sama dálkandi virskemi.

At borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu sigur, at størsti trupulleikin stavar frá havnini á Oyrareingjum, er beinleiðis skeivt. Tórshavnar býráð veit væl, at størsti ampin serliga stavar frá skipum, sum liggja við bryggju á Kollafirði. Tað avdúka nógvu hundraðtals klagurnar og logbókin hjá Tórshavnar Havn.
Kjarnan í trupulleikanum er, at Tórshavnar býráð loyvir virksemi, sum er til stóran ampa fyri íbúgvarnar kring fjørðin.

At kommunurnar snúgva sær undan ábyrgd er einki nýtt. Men beinleiðis at siga ósatt í eini politiskum spæli, er ikki til gagn fyri fólkið, sum líður undir tí, sum kommunan sjálv rekur, má átalast.

Loysnin er ikki at steingja eina havn fyri virksemi! Loysnin er at tryggja, at virksemið ikki er til ampa fyri borgarar, sum búgva á staðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder