Politikkur

Heilsuverkið skal raðfestast

...

2019-08-13 17:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað gongur væl í føroyska samfelagnum. Fólkatalið veksur, arbeiði er til allar hendur, og yvirskot er á fíggjarlóguni. Men hava vit gloymt tey veikastu í samfelagnum? Tey, ið eru blivin rakt av sjúkum? Tað sær tíverri soleiðis út.

Bíðilistarnir eru alt ov langir á nógvum økjum, serlæknar mangla, sjúklingar fáa ikki nøktandi virðing, og eg kundi hildið fram. Grundin til alt hetta er, at heilsuverkið manglar pengar. Hetta er ikki nøktandi, hvørki fyri sjúklingin, ella fyri øll tey dugnaligu arbeiðsfólkini í heilsuverkinum.

Tá sjúka rakar, er umráðandi at hjálp fæst skjótast gjørligt. Um sjúklingar bara verða koyrdir á ein bíðilista, er vandi fyri, at sjúkan er vorðin nógv versnað, tá sjúklingurin einaferð sleppur í viðgerð.

Fyri at broyta henda trupulleika, mugu allir føroyingar hava viðgerðartrygd, t.v.s. at hjálp fæst beinanvegin, ella innan eitt ávíst tíðarskeið, tá sjúka rakar. Hetta er fyrst og fremst betur fyri sjúklingin, men eisini fyri heilsuverkið, tí tað er bíligari at viðgerða tíðliga í sjúkugongdini.

Sjúka rakar ofta brádliga og sera hart. Tí er av stórum týdningi, at sjúklingurin fær góða viðgerð í tryggum umstøðum. Tíverri er tað soleiðis, at vit fáa ikki viðgjørt allar sjúkur í Føroyum, og mugu tí senda sjúklingar av landinum. Í verandi løtu er tað soleiðis, at sjúklingarnir hava ikki møguleika at hava fylgjara við.

Hetta má broytast. Ein og hvør sjúklingur, ið verður sendur av landinum, skal hava rætt at hava ein fylgjara við sær. Um vit ikki klára at viðgerða í okkara egna landi, eiga vit at tryggja sjúklingum bestu og tryggastu umstøður sum gjørligt.

Alt hetta kostar pengar. Spurningurin er, um vit hava ráð til alt hetta? Eg haldi, at vit kunnu spyrja øðrvísi. Hava vit ráð at lata vera? Eg haldi ikki. Tey, sum koma ringast fyri í samfelaganum, skulu fáa bestu viðgerð. Tað vil eg arbeiða fyri.

Rógvi Egilstoft Nielsen

Valevni fyri Fólkaflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder