2020-01-16 20:56
Í fleiri umførum hevur Bergun Kass seinastu árini lagt eftir Heilsuskúla Føroya tí skúlin er í Suðuroynni ??? og nú er Bergun á enn einari herferð. Í viðmerkingum seinastu dagarnar hevur Bergun Kass aftur víst á, at tað er ein katastrofa at Heilsuskúli Føroya liggur í Suðuroynni. ??? Bergun heldur hetta forðar fyri at fólk fara undir útbúgving á Heilsuskúla Føroya, og sigur eisini í viðmeriking, at fólk eins væl kunnu fara til Danmarkar á heilsuhjálpara ella heilsurøktara útbúgving, sum at fara til Suðuroyar at nema sær útbúgving.
Flestum kunnugt, so hava føroyingar í túsundtali í áratíggju leitað um firðir og sund og ikki minst út í heim at nema sær útbúgving. Hesi hava í flestu førum verið burturi heimanífrá í 4-7 ár ??? og í flestu førum á útbúgvingarstovnum uttanlands.
Men við uppraðfesting av útbúgvingartilboðum í Føroyum seinastu árini eru alsamt fleiri útbúgvingartilboð komin í Føroyum. Flestu útbúgvingarnar eru staðsettar í Havn, nakrar eru tó í Klaksvík, og nakrar í Suðuroynni, og so ber eisini til at taka miðnámsútbúgving í Vestmanna og í Kambsdali. ??kta talið av útbúgvingartilboðum í Føroyum er fyri okkum øll og fyri Føroyar eitt veldugt framstig. Nú hevur ein partur av teimum, sum fyrr máttu av landinum í útbúgvingarørindum, møguleika at taka útbúgvingina her í Føroyum ??? og hava stutta farleið heim, hvar enn tú býr í landinum !
Heilsuskúli Føroya var stovnaður í 2000 og staðsettur í Suðuroynni. Heilsuskúlin er ein vælvirkandi skúli, sum hevur eitt gott skúlatilboð. Flestu næmingarnar, sum koma til Suðuroyar á Heilsuskúla, fara heimaftur við góðari útbúgving og ríkum upplivingum.
Onki óvanligt er í at flyta seg eftir útbúgving og taka við tær útreiðslurnar, tað kostar at flyta seg eftir útbúgvingini ??? hetta er jú ein íløga í egna framtíð, starvsmøguleikar og inntjening. Ikki minst, so fylgja oftani við nýggjar upplivingar, tá farið verður undir útbúgving á øðrum stað, antin tað er uttanlands, í Havn ella í Suðuroynni.
Heilsuskúlin er í Suðuroynni, so lesandi norðanfjørðs noyðast um Suðuroyarfjørð. Farleiðin um Suðuroyarfjørð verður røkt av Smyrli. Smyril siglur millum Havnina og Suðuroynna 2-3 ferðir hvønn dag. Tað tekur smáar 2 tímar at sigla um Suðuroyarfjørð og fyri lesandi er ferðin ókeypis.
??tbúgvingin til heilsuhjálpara á Heilsuskúla Føroya tekur umleið 15 mánaðir frá byrjan til enda. Íroknað hesum eru umleið 6 mánaðir starvslæra, har lesandi kunnu fara í starvslæru í nærumhvørvinum í Havn, Eysturoynni, Vágum ella Klaksvík ??? ella í Suðuroynni. Verða feriurnar drignar frá, so er effektiva undirvísingartíðin har tú má er í skúla á Heilsuskúlanum í Suðuroynni umleið 8 mánaðir ??? 8 mánaðir, sum eru spaddir yvir eitt 15 mánaða tíðarskeið.
Hetta er tað, sum Bergun Kass, av onkrari óskiljandi orsøk, metir verða ein av stóru útbúgvingar katastrofunum í Føroyum. Skil tað, hvør skilja vil !
Dennis Holm, borgarstjóri
Vágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald