HEILSUPOLITIKKUR FRAMTÍÐARTRYGGJAÐUR
Miðflokkurin ??? eitt trygt samfelag
Heilsuverkið veitir tænastur til borgarar, sum eru grundleggjandi fyri trivnað og menning í samfelagnum. Tað føroyska sjúkrahúsverkið er á mangan hátt frammarlaga vitanarliga og tøkniliga, við nógvum dugnaligum starvsfólkum.
Eg havi fingið tað fatan, at okkara heilsuverk er eitt gott heilsuverk av sínum slag.
Men hvussu menna vit sjúkrahúsverkið í Føroyum. Hvussu loysa vit trotið á kvalifiseraðari arbeiðsmegi. Hvørjar eru forðingarnar og hvørjar loysnir eru fyri menning. Hvussu koma við burturúr teim longu bíðitíðunum. Og hvussu nógv fara loysnirnar at kosta?
Omanfyri nevndu spurningar eru samanlagt ein sera samansett avbjóðing fyri sjúkrahúsverkið, at fáa greiðu á og loysa til fulnar. Og sambært serfrøðingabólkinum sum gjørdi menningarætlanina í juni 2016, so er sjúkrahúsverkið í verandi líki ikki framtíðartryggja, og broytingar eru alneyðugar um støðið skal varðveitast og tillagast framtíðina.
Tað krevur, at tilmælini í menningarætlanini verða sett í gongd. Og at avgerðir verða tiknar okkara sjúkrahúsverkið, starvsfólkum og ikki minst okkara borgarum og framtíðar sjúklingum at frama.
Tí má leiðslan á okkara høgt virdu sjúkrahúsum renna saman og virka sum ein eind og finna loysnir har tað vantar í. Til dømis áuppgávubýtinum,samskipanini og samstarvinum á fleiri stigum.
Men tað fyrsta og mest týdningarmikla er trotið á kvalifiseraðari arbeiðsmegi. Tað loysa við sambært menningarætlanini viðat seta á stovn eina felags tilfeingissterka starvsfólkadeild.
Nýggja ???super-deildin??? skal raðfesta arbeiðið í eina langtíðarætlan, við at útvega, førleikamenna og varðveita serlæknar og onnur heilsustarvsfólk. Tað inniber, at fleiri analysur mugu gerast á fleiri deildum. Parallelt við framleiðsluni av langtíðarætlanini verða vit ???tvungin??? til, at gera eina langtíðarfíggjarætlan, ið skal fyriliggja samstundis.
Hareftir krevst ein ítøkilig átaksverkætlan so sum:
1.Tørvslýsing og rekrutteringsætlan til at seta fleiri serlæknar.
2.KBU-skipanin skal broytast soleiðis, at føroyingar fáa framíhjárætt, at taka skeiðið í Føroyum.
3.Seta í verk avtalur við donsk sjúkrahús um introstørv, so tey partvís kunnu vera her heima.
4.Stovnseting av læknaútbúgving á Fróðskaparsetrinum.
5.Stovnseting avparamedisinskari útbúgving áSjúkrarøktafrøðisskúlanum/Fróðskaparsetrinum (evt. tillaga námsætlan).
6.??kja kapasitetin á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum og starvsvenjingarplássum samsvarandi.
7.??tnytta potentiali við uppgávudelegatión millum sjúkrahúsini fyri, at bøta um støðuna við ov fáum serlæknum.
8.Og gera fleiri samstarvsavtalur við størri sjúkrahús uttanlands um starvsfólkaumbýtifyri at varðveita og betra førleikarnar.
9.O.s.fr.
Tá tey neyðugu átøkini í menningarætlanini verða framd í verki, ja so verður okkara sjúkrahúsverk mest sannlíkt tað besta av sínum slag í heiminum.
Við bestu ynskjum um eitt gott løgtingsval.
Kærar heilsanir
Ragnar Ludvig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald