Politikkur

Heilsu- og umsorganarøkið eftirmetast

...

2019-08-25 20:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú havi eg sett meg eitt sindur inn í viðurskiftini hjá heilsu- og umsorganartænastum okkara kring landi. Og havi eg fingið ta fatan, at starvsfólkahópurin hevur nøkur heilt konkret ynskir. Og um mær berst á, at verða valdur á Løgtingið, vil eg fegin bjóða meg til at vera teirra rødd á tingsins røðarapalli.

Eftirmeting av eldraøkinum væntar

Fyri umleið fýra árum síðani bleiv eldraøkið lagt út á kommunurnar at umsita. Tá varð sagt, at eftirmeting skuldi fremjast eftir at ein tíð var ligin, men hon er enn ikki gjørd. Hetta skal eisini raðfestast, soleiðis at støði er eins á øllum økjum kring landið.

Nøkur ting, ið man politiskt kann fara inn at gera, eru at:

  • Lógaráseta minimumsnormeringar, fyri at betra um trygd, góðsku, lívsgleði og arbeiðsgleði
  • Gjøgnumføra rationaliseringar, so at skipanin gerst smidlig og brúkaravinarlig ??? bæði fyri brúkaran og starvsfólk

    Arbeiði til allar hendur

    Ofta verður effektivisering samanborin við uppsagnir, men her er tað tvørtur ímóti. Á heilsu- og umsorganarøkinum er stórur mangul upp á starvsfólk og tí er tað avgerðandi, at neyðugar broytingar fara fram sum skjótast, soleiðis at alt vaktarskemaði verður dekka á øllum økjum.

    ??tnytta allar fakbólkar til fullnar

    Sum skilst, yvirlappa fleiri fakbólkar økini hjá hvør øðrum. Tí er tað eisini ein avgerðandi partur av effektiviseringini, at allir fakbólkar brúka sínar førleikar til fullnar. Tað ger tænastuna betri hjá brúkaranum og eitt starvsfólk fær verið meira um tann einstaka brúkaran og dugir harvið eisini betur at meta um heilsustøðuna hjá tí einstaka.

    Stóra virðing fyri fólkinum á gólvinum

    Felags fyri starvsfólkini, sum eg havi umrøtt er, at tey umboða ???fólkini á gólvinum???, sum mangur tekur til. Eyðkennini hjá hesum eru, at tey arbeiða hart og brúka nógva orku annaðhvørt likamliga ella sálarliga. Tey eru troytt tá tey koma heim og hava onkuntíð torført við at fáa allar endarnar at røkka saman - vaktarskema at passa, tíðina til hvønn brúkara at strekkja og tíðina saman við familjuni heima.

    Eykajáttanir er eingin varandi loysn

    Aftur og aftur hoyrist í tíðindunum, at tørvur er á eykajáttan til hetta og hatta økið. Serliga eru tað eykajáttanirnar til heilsumál, ið fella mær í oyra. Tað skal vera púra greitt, at eg lati ongan iva vera um at, tá søkt verður eftir eykajáttan, so er ein akkuttur tørvur, ið skal dekkast.

    Fyri at skapa tryggar karmar og meira nøgdsemi um hesi arbeiðsøki, er heilt víst neyðugt við nøkrum tiltøkum um effektivisering, so at øll fáa meira fyri minni. Hetta skal ikki síggjast sum eitt álop, men sum eitt tiltak, sum skal gera umstøðurnar betri fyri starvsfólk og brúkarar av almennum tænastum.


    Hans Andrias KeldubergValevni Fólkafloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder