Í samband við at tað í dag, 20. november, er altjóða barnarættindadagur, og 25 ár síðan ST-barnarættindasáttmálin sá dagsins ljós, senda vit hesa heilsan:
Góðu politikarar og øll sum vara av stovnum og skipanum fyri børn og ung.
Í 1989 lovaðu alheims stjórnir við ST-Barnarættindasáttmálanum, at øll børn skulu hava somu íbornu rættindi. Hesi rættindi eru grundað á tørvin hjá barninum fyri at yvirliva, mennast, luttaka og fremja sínar førleikar. Rættindini eru galdandi fyri øll børn, uttan mun til hvørji tey eru og hvaðani tey eru:
Barnarættindasáttmálin er tann størsta staðfestingin av øllum ST- sáttmálum og gevur barninum fullan myndugleika - eisini til at tosa um síni egnu sjónarmið og meiningar og at vera við í øllum avgerðum, ið hava ávirkan á lívið hjá einstaka barninum.
Tað eru nógv børn í heiminum, eisini í Føroyum, ið ikki fáa gleði av hesum rættindum. Tey liva í fátækradømi, undir ótryggum umstøðum ella uppliva ymisk sløg av harðskapi og misbrúki.
Námsfrøðingar, ið arbeiða við børnum, leggja dagliga eitt stórt arbeiði í, at tryggja og verja hesi barnarættindi.
Í januar í 2012 gav Føroya Pedagogfelag saman við NFFS (Norðurlenskur felagsskapur fyri sosialpedagogar) út ???Barnets bedste???, sum er eitt arbeiðsrit um rættindi barnanna og arbeiðið hjá sosialpedagogum í Norðurlondum.
Føroya Pedagogfelag
Barnarættindasáttmálin (kelda Wikipedia) sæsther
Kelda: Føroya Pedagogfelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald