Politikkur

Heilsan hjá føroyingum er vorðin handilsvøra

...

2021-01-20 08:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nærum 30 milliónir rindaði landið í fjør privatum fyritøkum fyri at gera covid19 kanningar. Kanningar, sum Heilsuverkið sjálvt kann gera, men sum leiðslan í Heilsuverkinum hevur privatiserað.

Sostatt verða allir føroyingar tvingaðir at lata frá sær viðkvæmar persóns- og heilsuupplýsingar til privatar fyritøkur.

Sjálv haldi eg, at vit skulu hava eitt alment heilsuverk, og tí skulu føroyingar hava møguleikan at velja, um vit vilja lata okkum kanna hjá privatum ella almennum fyri koronu.

Um ein líkandi støða, sum korona, tekur seg uppaftur, hevur Heilsuverkið mist førleikarnir at vera tilbúgving, títey hava privatiserað økið. Sostatt er Heilsuverkið verri fyri at vera partur av tilbúgvingini.

Sjálvandi skuldu hesar 30 milliónirnar verið latnar Heilsuverkinum og Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Heilsan hjá føroyingum skal ikki vera ein handilsvøra.

Beinta Løwe,

tingkvinna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder