2019-09-21 10:15
Sum partur av altjóða ruddingardegnum fara í dag fara hundraðtals føroyingar at rudda kring alt landið.Hetta sigur nógv um góða førningin í føroyinginum.
Tí vit kundu spurt um ein einsamallur dagur ger mun?
Tíbetur halda tey flestu, at hann ger stóran mun.
Vit eiga øll at standa saman um okkara umhvørvi. Hin einstaki kann gera mun, og saman kunnu vit gera stóran mun.
Styrkin í sjálvbodna arbeiðinum í Føroyum hevur altíð vakt eina stóra virðing í mær. Tað gleðir meg, at sjálvboðin, kommunur, fyritøkur og onnur samstarva um at rudda okkara land.
??ll vit í politisku skipanini vilja verja okkara viðbreknu náttúru og umhvørvi. Vit vilja avmarka dálkingina. Men fyri at fáa eitt grønari og burðardyggari samfelag er neyðugt, at borgarar, vinna og politikarar samstarva.
Sum land eiga vit at seta okkum sum tað mál, at Føroyar skulu vera tað reinasta og mest burðardygga landið í heiminum. Latið okkum øll síggja virðið í einum reinum umhvørvi, har vit øll eru vinnarar, útflutningsvinnan, ferðavinnan og borgarar.

Ruddingardagurin í dag er eitt stig á leiðini.
Góðan ruddingardag, góðu føroyingar!
Bárður á Steig Nielsen
løgmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald