
Hóast verjutiltøkini móti COVID19-sjúkuni eisini merkja gerandisdagin kommununi, við stongdum stovnum og avgreiðslu, so er framvegis virksemi bæði í umsitingini og á tekniska økinum.
Av arbeiðum, sum eru í gongd, kann nevnast, at arbeitt verður við at dýpa eina rennu niðanfyri vatnbrunnin í Vatnsoyrum, har áður hava verið trupulleikar av áarlopið. Miðbrekku í Miðvági verður nú gjørd klár at asfaltera og kloakkin frá Tormansbakka út á Kumlasteinarnar verður gjørd liðug. Við Stóraklett í Sandavági hava trupulleikar verið av vatni, men har verða nú veitir grivnar, sum skulu veita vatnið í áir og butur frá húsunum. Og á Býráðsskrivstovuni er stórur partur av vindeygunum skift.
Í umsitingini verður m.a. arbeitt við at fremja samtyktu vetrarfriðingina í Vatnsoyrum; í løtuni er samskifti við viðkomandi eigarar um, hvar hegnið skal setast. Fyrireikingarnar verða nú gjørdar til at bjóða arbeiðið at gera Miðstaðarøki í Vatnsoyrum, út. Arbeiðið at gera 8 grundstykkir byggibúgvin heimanfyri Skaldaveg í Miðvági er boðið út, og skal eftir ætlan byrja í næstum. Eisini er arbeiðið, at stoypa dekk á ytra parti av Heimaru Bryggju, boðið út. Arbeiðið at høvuðsumvæla Gamli Skúla í Sandavági verður boðið út ein av komandi døgunum eins og arbeiðið at veita kloakkirnar, sum renna í Stórá, út á sjógv, eisini verður boðið út í næstum. Og arbeiðið at gera serstaka byggisamtykt fyri neystaøkið á Sondum heldur fram
Arbeiðsgongdirnar hjá starvsfólkunum á tekniska økinum eru broyttar nakað, til tess at fyribyrgja smittuvanda. Eitt nú eru felagshølir, sum vanliga vera nýtt, stongd og fólk eru býtt upp í smærri toymir, sum arbeiða hvør sær, fyri at avmarkað smittuvandan og fyri at avmarkað vandan fyri, at øll starvsfólkini enda í sóttarhaldið í senn. Starvsfólkini í umsitingini arbeiða øll heimanífrá. Starvsfólkini á dagstovnaøkinum eru øll í tilbúgving, klár at fara til arbeiðis, um tørvur er á neyðansing. Eisini er avtala gjørd við Heimatænastuna, um møguleika fyri at fáa starvsfólk av dagstovnaøkinum inn at hjálpa, um tørvur skuldi verðið á tí.
Eingin býráðs- ella nevndarfundur hevur verið, síðani verjutiltøkini vórðu sett í verk 16. mars. Býráðsfundur skuldi havt verið 30. mars, men hesin var avlýstur eins og allir nevndarfundir, sum skuldu havt verið síðani 16. mars, eru vorðnir avlýstir. Mett hevur ikki verið, at nøkur so átroðkandi mál hava bíðað, at rímiligt hevur verið at útseta býráðslimir og starvsfólk fyri smittuvanda, fyri at fáa tey avgreidd. Eftir ætlan verður næsti býráðsfundur 20. apríl, og hesin verður hildin online og stroymdur, um neyðugt.
Vit eru øll merkt av støðuni, men vit eru í gongd, alt sum tað ber til. Vit halda tað vera umráðandi ikki at steðga upp, tí so kann tað gerast øgiliga møtumikið at byrja aftur, tá tiltøkini verða linkað, og støðan aftur gerst meira, sum vit einaferð vóru von við.
Vinaliga
Eyðdis H. Niclasen, borgarstjóri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald