Eg havi valt at stilla upp til løgtingsvalið fyri Fólkaflokkin, tí eg ynski at verða partur av tí politisku skipanini eftir valið. Eg vil hava ávirkan á, at vit føra ein borgarligan politikk í Føroyum.
Á tann hátt ynski eg at verða við til, at styrkja um vinnulívið í Føroyum, bæði tá ið talan er um størri og smærri fyritøkur.
Eg vil hava, at tað er arbeiði til allar hendur innan allar vinnugreinar. Vit eru ríkað við sera nógvum dugnaligum vinnulívsfólkum í Føroyum, øll innan sítt øki, og hetta skulu vit sum samfelag gera fult gagn av. Vinnulívið er grundarlagið undir, at vit kunnu fara til arbeiðis hvønn dag. At vit hava eina inntøku, ið vit kunnu liva av. Vinnulívið er kjarnin undir einum góðum vælferðarsamfelag í Føroyum, einum vælvirkandi sjúkrahúsverki, almannaverki og skúlaverki. Koyrir vinnulívið væl, so koyrir samfelagið væl.
Eg bjóði meg fram, at føra ein borgarligan og praktiskan politikk, øllum samfelagnum til gagns.
Heðin Zachariasen
Fólkaflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald