Politikkur

Heðin stillar upp fyri Borgaralistan

...

2020-10-23 15:39 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Eri 52 ára gamal og búgvi í Vatnsoyrum, tlf. 258019
 
Eri giftur Marjun, úr Tórshavn, og eiga vit 5 børn í aldrinum 16-29 ár.
 
Starvist sum goymsluleiðari í Sandavágs Timburhandli, og havi drúgvar royndir innan leiðslu, strategi, samstarv og samskifti.
 
Míni hjartamál:
 
Vit skulu hugsa kommunalt heldur enn lokalt. Vit eru tríggjar bygdir, men ein kommuna og vit skulu síggja møguleikar, heldur enn forðingar, við at standa saman og virka sum ein eind. Vit skulu hava nógv góð og ymiskt tilboð, til okkara borgarar, heldur enn tvey sett av færri tilboðum. Vit skulu víðka bussskipanina ímillum bygdirnar og gera gonguteigin frá Miðvági inn á Nes betri og tryggari. Vágafagnaðurin eigur at takast uppaftur og skipast regluliga.
Í Vága Kommunu hava vit nógv vinnuvirkir, sum vit gleðast um. Hesi skulu vit lívga um, so tey fáa bestu umstøður at virka undir. Tunnilsgjaldið eigur ikki at vera ein bági, og vilja vit trýsta tað vit kunnu, fyri at fáa tað burtur. Vinnupolitikkur skal setast á breddan. Eisini skulu vit kveikja undir íverkstetan og fáa nýtt vinnulív í kommununa.
 
X við Borgaralistan
X við Heðin Poulsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder