Í samrøðu við sosialin sigur Heðin Mortensen, at allir føroyingar skulu rinda fyri ein nýggjan Suðuroyartunnil, men í somu samøðu sigur Heðin, at Vágar og Noroyggjar skulu fíggja Suðuroyartunnilin. Allir føroyingar merkir sostatt, sambært Heðin, ein eykaskatt til Norðoyggjar og Vágar. Fasta sambandið millum Suðuroynna og Miðøkið skal sostatt ikki gjaldast av Miðøkinum, men við eykarokning til Norðoyggjar og Vágar. Henda løgna skipanin, sum okkara trafikkministari hevur uppfunnið, verður enntá kallað samhaldsføst. Skil tað hvør ið skilja vil.
Heðin hevur verið ein stuttligur ferðslumálaráðharri. Hann hevur sett fiktiv arbeiði í gongd fyri einar 10-15 milliardir, hesar fáar mánaðar hann hevur sitið. Hann hevur snakkað nógv men lítið er komið burturúr. Fleiri mál hann hevur lovað at borið niðan í tingið komu ongantíð fram. M.a. tunlar norð um fjall. Og onnur mál, sum hann hevur borið niðan í tingið eru nú annullerað, tí summarfrí og løgtingsval stendur fyri durum. Heðin veit, at einki gerst uttan pening og nú roynir hann, á kreativan hátt at finna útav, hvussu ???onnur??? skulu rinda fyri hansara projektir.
Heðin sigur at allir føroyingar hava goldið Norðoyatunnilin. Og tí skulu Norðoyggjar revsast fyri hesa ???olmussu???, landið hevur veitt norðingum. Eg haldi at tað er uppá sítt pláss at minna Heðin og kanska allan javnaðarflokkin á, hvussu hesin tunnil kom á politiska dagsskrá. Tá Anfinn Kallsberg løgmaður á sinni bar uppskotið um ein Norðoyatunnil niðan í tingið helt táverandi formaður javnaðarfloksins lítið um uppskotið. Hann metti tað vera fíggjarliga óforsvarligt. Nøkur ár seinni fekk sami formaður ??? tá sum Føroya løgmaður ??? sum tann fyrsti, heiðurin at koyra ígjøgnum nýggja Norðoyatunnlin. Og tað skal vera táverandi løgmanni javnaðarbossi væl unt.
Tá Norðoyatunnilin kom á tingborð hevði landið annars tvinnar kostir í at velja fyri at loysa ferðslutrupuleikan um Leirvíksfjørð:
A: Dagføring av verandi ferjulegum í Klaksvík og Leirvík og byggjan av tveimum nýggjum ferjum. Kostnaður 400 mió. Kr. Og landið rindar alt við kassa 1.
B: Undirsjóvartunnil millum Leirvík og Klaksvík fyri 380 mió kr. Harav landið rindar slakan helming og tunnilsbrúkarin rindar restina.
Tað var ikki trupult at taka støðu fyri hesum í omanfyri nevndu alternativum, hóast javnaðarflokkurin, at byrja við hevði trupult við at síggja tað skilagóða í verkætlan B. Norðingar strongdu á at fáa verkætlanina framda, og rætt skal vera rætt. Tað vóru fleiri politikarar í Tórshavn og Miðøkinum, sum sóu tað skilagóða í hesi verkætlan. Norðoyatunnilin spardi landskassanum fyri 200 mió. Kr, um samanberast skal við alternativið, ið var dagført ferjusamband.
Tá Heðin Mortensen sigur, at allir føroyingar hava goldið Norðoyatunnilin, so er hetta beinleiðis skeivt. Norðoyatunnilin spardi landskassanum 200 mió kr. sum alternativið hevði kostað. Harumframt spardi tunnilin landskassanum árligu játtanina á figgjarlógini til ferjurakstur.
At norðingar løgdu trýst á politisku skipanina at fremja Norðoyatunnilin, og harvið spardu almennu Føroyum 200 mió í íløgum umframt loypandi rakstrarkostnað, ætlar Heðin Mortensen nú at hevna.
Heðin sigur, at ein túrur av Drelnesi til Tórshavn kostar 80 kr. per persón meðan túrurin Klaksvík Tórshavn kostar kr. 10. Sambært heimasíðuna ssl.fo kostar ein returbillett Klaksvík/Tórshavn (leið 400) kr. 200 og er sostatt 120 kr dýrari enn t/r til Suðuroyar.
Samferðslumánaráðharrin tykist ikki hava stórvegis innlit í prísunum á hansara egna málsøki og hann hevur avgjørt onga virðing fyri Norðoyggjum.
Tá Norðoyatunnilin varð samtyktur var tað greitt, at tað skuldi vera ókeypis at koyra gjøgnum tunnilin, tá lánini vóru afturgoldin. Hetta lyftið hava landsmyndugleikarnir brotið. Gjaldið er ikki burtur, men tað er lækkað nógv. Men Heðin Mortensen ger nú greitt, at tað er ov bíligt at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin. Hann ætlar at leggja tunnilsfeløgini saman, hækka gjaldið fyri Norðoyatunnilin og Vágatunnilin fyri at lætta um fíggjarliga um hjá havnaborgarum.
Um Heðin ætlar at gera ein suðuroyartunnil og verkætlanin annars er skilagóð, taki eg fegin undir við tí. Men so skulu allir føroyingar lyfta hesa byrðu í felag.
At eitt slíkt átak eigur at vera solidariskt, átti ikki at verið trupult hjá einum javnaðarmanni at skilt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald