Politikkur

Heðin: Løgmaður hóttir 700 familjur í Tórshavnar kommunu

...

2014-11-26 21:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hvat siga havnafólk til ein løgmann, sum ???ikki orkar??? at síggja vinnulívið blóma uttanfyri sítt egna vindeyga, sum hóttir kommunala sjálvræðið og vinnulívið, sum umboðar 700 arbeiðspláss á økinum hjá Tórshavnar havn?

Sí eisini: Løgmaður vil hava meginhavn í Runavík.
--

Løgmaður hevur heldur ikki fylgt við í søgutímanum. Fyrr vórðu vørugjøld ásett í almennari kunngerð. Tá kundi landsstýrið blanda seg. Men skipanin varð avtikin fyri 20 árum síðan, tí hon var kappingaravlagandi. Almennu Føroyar vildu hava fría kapping millum bæði havnir og kommunur.

Fyri at tað ikki skal vera lygn, so sat løgmaður sjálvur í Tórshavnar býráð í 2000, tá kommunulógin varð broytt og vit fingu enn størri kommunalt sjálvræði. Men tað hevur hann lukkuliga gloymt.

Seinastu 20 árini hevur staðið kommununum púra frítt at kappast og at áseta síni egnu krøv. Fakta er tó, at Tórshavnar havn hevur havt somu gjøld síðan 1995, gjøldini eru púra óbroytt.

??t ímóti helminginum av fólkinum í landinum býr í miðøkinum. 70% av øllum innfluttum vørum verða leveraðar til móttøku hjá fyritøkum í høvuðsstaðarøkinum. Skipanin og tænastan er tann besta og tann bíligast hugsandi fyri kundar um alt landið.

Havnir gera ikki íløgur, bara fyri at fáa havnagjøld. Tað er eisini fyri at skapa arbeiðspláss, sum so geva inntøkur gjøgnum skattin. Og løgmaður skal bara vita, at í dag vinna 700 familjur sítt livibreyð á økinum hjá Tórshavnar havn. Tað er hesar familjurnar og vinnulívsfyritøkurnar, ið standa aftanfyri, sum løgmaður nú hóttir, samstundis sum hann beinleiðis hóttir kommunala sjálvræði.

Men vertin á familjurnar og vinnulívið ??? tí ein bingjuhavn ???býður honum ímóti???, og hann ???orkar ikki??? at síggja vinnulívið blóma uttanfyri vindeygað.


Havnagjøld
Løgmaður mælir til at byggja eina bingjuhavn í Runavík fyri minni enn helmingin av kostnaðinum í Havn. Hetta er í fyrsta lagi møsn í sjálvum sær. Tunnilin inn til hesa havnina kostar eina miljard, flutningurin aftur og fram verður øgiligur og umhvørvisliga ein vanlukka. Og forrestin ??? hvat nyttar ein tunnil uttan innkomuveg til Havnar? Nær ætlar løgmaður at avgreiða hann?

Løgmaður innroknar heldur ikki, at stóru havnirnar uttanfyri Havnina umsita alla fiskaframleiðsluna í landinum og harvið sera nógv arbeiðspláss. Hann tykist heldur ikki vita, at hesar kommunur hava møguleika at fáa ómetaligar inntøkur við størri vørugjøldum.

Havnin hevur bara eina meðalinntøku av Tórshavnar havn, mett eftir fólkatalinum. Inntøkan í Runavík t.d. er nógv størri, meðan inntøkan í Fuglafirði er hálvatriðju ferðir so stór, tí Fuglafjørður er higartil einasta havn, sum eins og grannalondini hevur ásett eitt prosentgjald á landaðan fisk.

Løgmaður tykist heldur ikki hava ánilsi av, at hetta mynstrið alt fer at broytast, nú Bakkafrost flytir alt sítt virksemi. Tórshavnar og Klaksvíkar havn koma at missa meira enn helvtina av síni inntøku í 2016, tá meira enn ein miljard í laksavirði fer um keikantin í Runavík.

Og mitt í hetta laksaævintýrið í oljuhavn Føroya ætlar løgmaður nú eisini at leggja Føroya størstu bingjuhavn! Har verður valla pláss fyri West Hercules eina aðru ferð!


Niðurleggur arbeiðspláss í Havn
Ístaðin fyri at viðgera eitt rímiligt arbeiðsbýti millum stóru havnirnar og kanna, hvussu havnirnar kunnu økja um sínar inntøkur, kemur løgmaður við tí heilt fantastiska úttalilsi, at hóast hann er ???føddur og uppvaksin í Havn, so heldur hann ikki, at tað er rættvíst at Havnin fer avstað við øllum gjøldunum???.

Hvussu ófatiliga illa kann mann fylgja við í tímanum?? Ístaðin fyri at lata havnirnar kappast í frið og finna eitt nátúrligt býti, so ætlar mann at javna vørugjaldið úr Havnini, samstundis sum mann vil niðurleggja hundraðtals arbeiðspláss í høvuðsstaðnum.

Eg havi spurt áður, um løgmaður veit, hvar hann býr. Viss hetta ikki er at fremja politiskt sjálvmorð, so skilji eg onki. Ein løgmaður, sum ikki ???orkar??? at síggja vinnulívið í sínum egna heimstaði blóma uttanfyri vindeygað og gevur 700 familjum fíggjarligan mønusting, honum kann ikki vera politiskt lív lagað!

Hetta tykist at vera eitt framhald av herferðini hjá landsmyndugleikunum móti høvuðsstaðnum, hygg at Sjúkrahúsinum, Bacalao og Sjómansskúlanum. Og tað skal ikki undra, um Teknsiki skúli eisini verður oyðilagdur.

So mín áheitan á løgmann skal vera, at royna at stýra sínum egna húsarhaldi sum frægast hiðan og til løgtingsvalið. Vit stýra Havnini og her skal løgmaður halda fingrarnar langt vekk.

At løgmaður ikki orkar at síggja eina bingjuhavn uttanfyri vindeygað avdúkar bara eina manglandi fatan av, hvussu samfelagið er skrúvað saman. Hetta minnir um mótmæli móti at aliringar oyðileggja útsýni hjá fólki og at vatnorkuútbygging hóttir mýggjabitastovnin. Ein totalt vantandi fatan av, hvar vit liva og hvørjum vit liva av.


Tórshavn 26. nov 2014Heðin Mortensen
borgarstjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder