Politikkur

Havnalagið í Skúgvi má raðfestast

...

2021-05-04 09:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tað eigur ikki at verða nakar ivi longur: Havnalagið í Skúgvi eigur og má raðfestast, so atløguviðurskiftini í oynni eru til at liva við. Fyrst og fremst fyri fólkið, ið býr har, men eisini fyri nógvu ferðafólkini, sum koma til Skúvoyar.


Tað hevur alstóran týdning, at havnalið í Skúgvi verður umvælt í summar, meðan veðrið er til vildar. Skaðin, ið er komin á havnalagið, er ein deyðsfella, og gerst størri og dýrari at gera aftur, fyri hvørt á, ið gongur.

Tá tað er sagt, so kann eg gleðast um tað, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum nú sigur seg verða sinnaðan at finna pengar til verkætlanina í summar. Tað sigur hann í svarið uppá fyrispurning, ið eg setti honum áðrenn tingið fór í summarfrí.

Tað framgongur í svarinum, at Landsverk hevur gjørt kanningar og fer at halda fram við at fyrireika verkætlanina soleiðis at farast kann undir arbeiðið.

Sí spurning og svar her.

Eg vóni, at pengar finnast longu í summar, tí skúvoyingar eiga ikki at fara undir ein vetur afturat undir verandi viðurskiftum.

Brandur Sandoy, tingmaður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder