Politikkur

Hava tit gloymt boykottið úr Danmark og ES?

...

2020-10-05 06:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyingar skulu útflyta meira til ES og minni til Rusland er boðskapurin av Fólkatingi. Men hava tit gloymt, hví føroyingar selja fisk til Rusland? Tað er tí at Danmark og ES stongdu fyri Føroyum, og boykottaðu føroyskar fiskavørur. So var ikki annað at gera, enn at finna aðrar marknaðir.

Men nú gera danir fiskivinnu til eitt mál um trygdarpolitikk. Og hvígera teir tað? Jú, tí danir missa eini 40 prosent av teirra fiskirættindum, tá Bretland fer úr ES. Tí vilja danir nú inn at stýra føroyskari fiskivinnu, og gera hana tí til ein spurning um trygd, so teir kunnu fáa teirra part av føroyska fiskiríkidøminum.

Hugsi tykkum, um tað verður Christiansborg ella Brússel, sum skulu stýra føroyskum fiskivinnupolitikki?Tað má ikki henda. Føroyingar mugu standa saman og siga kortanei. Føroyingar skulu stýra fiskvinnupolitikkinum, tíbara Føroyar tæna føroyskum áhugamálum.

Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder