2018-06-29 08:37

Klokkan gott eitt í nátt fekk løgreglan eina fráboðan frá einum abba, at abbasonurin var saknaður, tað vísti seg, at hann var farin í fjøllini saman við øðrum smádreingjum, og tá ið tað var greytasvart í toku, so var leiting sett í verk. Av tí at tað var so myrkt í toku, so varð avrátt, at ein løgreglumaður við hundi, saman við einum staðkendum á Sandi fóru einsamallir at leita.
Av løgreglustøðini í Havn verður sagt í morgun, at teir funnu dreingirnar kl. 9 í morgun í øllum góðum - dreingirnir vóru tríggir í tali, teir eru nú áveg heim.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald